Kirkjuliga Heimamissiónin hevur í mong ár havt ein fastan talvudag í kirkjum okkara.
Talvudagurin er vanliga sexagesima sunnudag (2. sunnudag fyri føstu), sum í ár er 4. februar.
Virksemið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum er ein sjálvstøðug rørsla innan Fólkakirkjuna, er stórt og víðfevnt.
Heimamissiónin fæst við familju-, barna- og ungdómsarbeiði, og hevur trúboðarar í Føroyum og millum sjófólk. Harafturat gevur Heimamissiónin út blaðið "Trúboðin", og rekur Leguhúsið í Nesvík, sum hvørt ár er karmur um eina røð av barna- og ungdómslegum, har hópur av børnum og ungum hugna sær í tryggu kørmunum í Nesvík.
Kirkjuliga Heimamissiónin verður í stóran mun fíggjað av gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo