Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Krabbameinsfelagið: Bólkur fyri fólk við seinfylgjum eftir sjúku og viðgerð av krabbameini hevur stovnandi fund 18. januar 2018 kl. 19.00 á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Viðgerð fyri krabbamein er batnað nógv seinastu árini og alsamt fleiri gerast frísk, men kortini eru tað fleiri, sum fáa seinfylgjur av sjúku og viðgerð. Fylgjur, ið eisini kunnu vísa seg nógv ár seinni, sum kunnu vera til stóran ampa, sum eingin tosar um. Endamálið við hesum bólki er at kunna hittast og tosa við fólk í somu støðu. Bólkurin hevur regluligar fundir, skipar fyri hugnaløtum, upplýsandi tiltøkum o.ø.

Hevur tú hug at verða við? Boða okkum frá umvegis teldupost kmf(at)krabbamein.fo ella á telefon 317959 innan mikudagin 17. januar kl. 12.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo