Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað hevur fingið nærmast stórpolitiskar dimensiónir her í dunnuhylinum, at tann so leingi ynskti kappingarneytin til tjóðarflogfelagið vil sleppa at tillaga sítt virksemið til veruleikan.

Fá munnu ivast í tí gagnliga sum fylgir við kappingini. Fyrsta árið er, sum vera man, eitt royndarár hjá SAS, og flogfelagið hevur sett fram ynski um at sleppa at leggja tveir dagar um vikuna burturúr ferðaætlanini, so túratalið kemur niður á 5 heldur enn 7.

Eina løtu sá tað út, sum tað var eitt stórt ivamál, um SAS kundi sleppa tað. Atlitini til okkara egna flogfelag viga jú tungt. Og í Føroyum er tað jú altíð vit ímóti hinum.

Men at blanda føroyskar tjóðskaparkenslur uppí og tekna ræðumyndir av syndarligu lagnuni, sum føroyska flogfelagið kann fáa, um SAS fær ov fríar teymar, er í besta føri meiningsleyst og í veruleikanum helst óbúgvið.

Tann einasta álvarsliga hendingin sum kundi spyrjast burturúr ynskinum hjá SAS var, um landsstýrismaðurin tók ta skeivu avgerð at nokta við tí úrsliti at SAS stakk í sekkin og takkaði fyri seg.

Tí tað má geva meining.

Hjá Atlantic Airways og hjá SAS.

Og tá nú talið av ferðafólki er so nógv minni um veturin...

Atlantic Airways lækkar eisini túratalið um veturin. Uttan nakað krav um loyvi frá hægri myndugleika.

Úrslitið er verri tænasta til føroyska brúkaran sum eisini er eigarin. Men tað er neyðugt fyri at laga seg til broytta veruleikan. Tað skilja og góðtaka vit.

Tað gevur so absolut onga meining at krevja kapping eitt tíðarskeið á árinum tá tað nóg illa loysir seg hjá tí eina at flúgva. Tað hevði sømt seg betur hjá nevndarformanninum í Atlantic Airways at fegnast um bøtta møguleikan at fylla tómu stólarnar, dagarnar SAS ikki flýgur, heldur enn at tosa um avleiðingar og ójavna kapping.

Tað hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið, at tað umsíður aftur kom kapping í flogleiðina ímillum Føroyar og umheimin. Bíligari ferðaseðlar, fleiri møguleikar at koma lætt og ódýrt víðari út í heim og fleiri ferðafólk eru bara nakrir av fyrimununum.

Munnu ikki tey nógvu flogfeløgini, sum fyri ein bíligan penga føra ferðafólk til og úr Íslandi, kenna seg vælkomin og sleppa at tillaga sín rakstur til veruleikan?
Tað er ikki gott at vita hvønn skaða tað kann hava gjørt, at tað yvirhøvur var sáddur ivi um hvørt SAS nú fór at sleppa at minka sítt túratal. Tí munnu ikki eisini aðrir aktørar lúra í kulissunum?

Men orðini hjá landsstýrismanninum um, at loyvið hjá SAS at minka túratalið er eitt eingangsloyvi sum ikki verður givið aftur, tey vóru betri ósøgd!

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo