Danski miðilin Den Korte Avis skrivar, at skriviborðsgeneralarnir uttan samband við veruliga lívið, hava oyðilagt danska samfelagið, og dømir sum SKAT og tilflytingin verða tikin fram.
- Skandalan í SKAT gevur eina kenslu av, at høgt útbúgvin fólk ofta hava býttastu hugsanina um samfelagið.
- Tey taka útgangsstøði í sínum egnu abstraktu prinsippum og hugmyndum um, hvussu veruleikan skal verða. Hetta er galdandi fyri embætismenn, áskoðanarmyndarar og onnur, og fleiri politikarar renna aftaná.
- Skriviborðsgeneralarnir eru so sannførdir um sín egna andaliga og moralska dugnaskap, at teir lurta ikki eftir atfinningunum frá teimum, sum eru nærri veruleikanum.
- Vit hava sæð tað uppaftur greiðari viðvíkjandi útlendingapolitikkinum, skrivar Den Korte Avis millum annað.
Les alla greinina - trýst her
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo