Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tingfólk hava í dag viðgjørt ein spurning frá Ingolf Olsen, tingmanni, til Henrik Old, landsstýrismann um Mykinesleiðina. Tingmaðurin vildi vita, hví sjóvegis farleiðin til Mykinesar heldur uppat síðst í august og ongin sigling er í vetrarhálvuni.

Fyri at halda fast við fyrispurningin hjá tingmanninum eina løtu, so kunnu vit bara skjótt staðfesta, at júst september mánaði í ár hevur verið eitt klokkuklárt dømi um, hví tað almenna ikki skal brúka pengar uppá hesa farleiðina um veturin. Tað er bara ein veruleiki, at ókyrran ger, at flestu túrar mugu avlýsast. Og tað er bara generelt galdandi allastaðni, har ongin havn er, frá umleið 1. september til 1. mai. Heilt einfalt tí havið kring oyggjarnar vetrarhálvuna er ófriðarligari enn tað er summarmánaðirnar.

Mykines er ein av okkara oyggjum, sum ikki hevur nakra líkinda havn. Ein gjógv, sum er har frá náttúrunnar hond, verður brúkt til endamálið, og har er so ein kajsíða stoypt soleiðis hissini. Havn kann tað ikki kallast.

Sama er galdandi í fleiri øðrum oyggjum. Vit kunnu nevna Skúvoy, Fugloy og Svínoy. Men til hesar oyggjarnar verður siglt alt árið. Og stóri spurningurin er, um tað ikki er betri ógjørt, nú vit skriva 2017.

Vit lata spurningin um kostnað fyri hvønn íbúgva liggja.

Men er tað ráðiligt at hava eina almenna farleið, har fólk viðhvørt skulu passa sær løgir og leypa í land, tí tað er ókyrt hjá bátinum at liggja við bryggjuna?

Tað er sanniliga stórur munur á Suðuroyarleiðini, har trygdin er í hásæti, og fólk og bilar ikki fara somu leið í land. Og so til dømis Fugloyarleiðina, har tað viðhvørt er meira hepni enn skil sum ger, at tað spælir væl av. Almennu Føroyar standa við endan í báðum førum.

Tí er stóri spurningurin, um ikki landið heldur átti at útbygt loftvegis sambandið so mikið væl, at tað fyri ein stóran part kann koma ístaðin fyri ótíðarhóskandi sjóvegis sambandið, sum einans átti at verið um summarið, ikki bara í Mykinesi, men allastaðni har ongin líkinda havn er. Hesar oyggjarnar eru ikki egnaðar til pendlarar kortini, men kundu havt sjóvegis farmaloysnir eftir tørvi og líkindum. Og annars loftvegis samband við tyrluni.

Latið oyggjar sum Mykines og Stóru Dímun vísa leiðina.

Men sjálvandi. Tað krevur politiskt dirvi.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo