Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað er ein setningur í niðurstøðuni hjá løgmanni, sum gevur góða grund til at halda, at løgmaður ikki er heilt vísur í síni niðurstøðu.

Tað er setningurin "sum málið higartil er upplýst".

Og løgmaður kann ikki annað enn gardera seg við hesum setningi, tí hann hevur ikki aðra frágreiðing enn hana sum hann hevur fingið frá landsstýrismanninum um seg sjálvan.

Løgmaður leggur eisini upp til í setninginum, at møguliga kemur ein onnur og meira neyv frágreiðing, um ein kanningarstjóri verður settur, tí eitt misálit er til onga nyttu, bara spilla av tíð, og sum ein kanningarstjóri fær brúkt ímóti at kanna málið.

Løgmaður skrivar millum annað:

Heldur ikki verður mett, sum málið nú er upplýst, at rímilig grund er at halda, at tú hevur forsømt eftirlitsskyldu tína eftir landsstýrismannaábyrgdarlógini § 4, eins og tað heldur ikki er rímilig grund at halda, sum málið higartil er upplýst, at tú hevur sagt ósatt fyri løgtinginum ella, at tú hevur tagt við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.

Lesið bræv løgmans til landsstýrismannin í fiskivinnumálum her

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo