Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í kvøld beit KVF høvdið av allari skomm tá Liljan Weihe hevði taksstjóran í kringvarpsstovuni.

Liljan lovprísaði "advokatkanningini" hjá Bárði Larsen, men valdi tilvitað at halda týðandi brot uttanfyri, tá hon selektivt las burturúr kanningini.

Og tá Eyðun Mørkøre vísti á hvussu Liljan manipuleraði bleiv tíðindaleiðarin firtin.

KVF er ein landaskomm.

Tað gerst meira sjónligt fyri hvønn dag sum gongur.

So títt og knapt eitt offur kemur til orðana at verja seg verður viðkomandi avbrotin.

Liljan helt á at tosa um óheftu advokatkanningina hjá Bárði Larsen.

Men henda advokatkanning er als ikki til.

Ein advokatkanning skal sambært leiðreglum frá Danske Advokater lúka ávís góðskukrøv.

Her kann nevnast m.a.:

1    Kanningarstjórin skal vera advokatur 

2    Kanningarstjórin skal vera óheftur

3    Kanningarstjórin skal hava serligan fakligan førleika á tí øki sum kannað verður

Bárður Larsen er helst eitt skilafólk, men hann lýkur ongi av omanfyri nevndu krøvum.

Bárður Larsen er ikki advokatur.

Sum lærari á Setrinum og harvið í almennari tænastu lýkur Bárður Larsen neyvan krøvini um óheftni.

Bárður Larsen hevur sjálvur gjørt greitt yvirfyri Fíggjarmálaráðnum, at hann ikki hevur serkunnleika á skattaøkinum.

Her er sostatt longu ivi sáddur um góðskuna í kanningini.

Møguliga hevur kanningarstjórin rættan politiskan lit.

Men hetta er ikki partur av góðskukrøvunum hjá Danske Advokater.

Tá so alt tað sum kanningin umrøður til verju fyri Taks tilvitað verður sáldað burturúr tá KVF viðger málið hevur føroyski mentanarberin sligið øll met í ódugnaskapi.

Nýggi stjórin í Sortudíki tykist eins veikur ella veikari enn undanmaðurin Dia. 

The show must go on.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo