Fleiri øki, sum eru munandi tyngri og kompleksari enn fólkaskúlin eru longu flutt til kommunurnar við sera góðum úrslitum, tí at tey umsíður verða prioriterað av góðum fólkum í kommununum.
Tað er staðfest og prógvað ferð eftir ferð, at leiðslan í Mentamálaráðnum er óskikkað/óegnað at reka fólkaskúlan.
Tað hevur longu havt fylgir fyri ungdómin, sum ikki trýr at næsta ársroynd og aðrar royndir heldur fara at lukkast.
Hvør minnist ikki servaran í Kanada, sum eina av óteljandi gølunum í røðini.
Ti spyr VP: Skal skúlin flytast til kommunurnar?
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo