Onkur hevur ført fram, at tá ið okkurt er á vási, so leitar Landsbankin sær hjálp frá Nordea í Danmark, so spurningurin er, hvat Føroyar skula hava ein Landsbanka til, tá ið Gjaldstovan tað sama kundi sent ein teldupost til Danmarkar.
Landsbankin var avtikin undir síðstu samgongu, og nú endurreistur undir hesi samgonguni við eini óneyðugari útreiðslu á einar 10 milliónir krónur árliga, vil onkur vera við.
Men hvat sigur skattgjaldarin til hesa óneyðugu eykarokning, spyrja vit um.
Sí innslag: Koyr landsbankanevndina til hús
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo