Her er tíðarfest, hvussu nógva tíð hvør lutakari fekk í tiltiknu reypirunduni í Kringvarpinum herfyri. Sendingin vardi í 28 minuttir. Einaferð vardi lesturin hjá orðstýraranum (ið sum kunnugt ikki kann brótast av) í 3 minuttir út í eitt. Meira enn ein tíggjundapart av sendingini.
Vit siga ikki, at arbeiðshátturin hjá tíðindaleiðaranum, har hon setur seg sjálva í sessin hjá mótpartinum í einum kjaki, ikki er áhugaverdur. Men óvanligur, tað er hann.
Les eisini:
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo