VP hevur restina av brævinum sum stjórin í TAKS, Eyðun Mørkøre, bað Liljuna Weihe, kjakvertur í Kringvarpinum, um at lesa, tá ið kjakverturin trilvaði seg fram í eini ússaligari prosess móti skattastjóranum.
Men tað vildi kjakverturin ikki.
Skattastjórin royndi í fleiri umførum at fáa fram, at tað stóð meira í skrivinum, enn tað, sum víst varð á skerminum, og rætt hevði hann - sum myndin niðanfyri vísur.
Har stendur nevniliga, at tapið, sum Eik hevði havt, skuldi viðgerast sum good-will, men at eingin skattlig metingarnevnd var í Føroyum til at meta um virðið av sovorðnum, og varð Eik tí biðið um at koma við síni meting.
Brævið vísir greitt, at ein avgerð er tikin og hon er, at bankin ikki fær ein straksfrádrátt upp á tapið, sum bankin hevði havt.
At eingin metingarnevnd - virðisásetingarnevnd - er í Føroyum, merkir, at TAKS sjálvt má meta virðið av good-will, men setir Eik tað til null, er einki at meta um, meðan TAKS sjálvandi sjálvt má meta um virðið, um hetta ikki er null.
Hesin setningurin í brævinum - sí mynd niðanfyri - passar ikki inn í manipulasjónina hjá teimum báðum Eik-serfrøðingunum Jan og Liljuni, og so skal hesin parturin av brævinum dyljast – langt úti og grov manipulasjón.
Ikki gott hjá nýggja Kringvarpsstjóranum at verða drigin soleiðis upp á tráð av slíkum starvsfólkum, og alment forsvara sovorðið.
Hann átti at vita betri.
Tað er helst ongantíð hent fyrr í einum tjaki, at ein kjakvertur beinleiðis stendur og trúttar og vísur óhøviskan atburð undir einum tjaki.
At kjakverturin gerst firtin og glúpskur, tí kjakverturin ikki fær rætt!
Hetta er nakað spildurnýtt, sum tó á ongan sum helst hátt eigur at vera góðtikið av kringvarpsstjóranum.
Við Jan Lamhauge og Liljuni Weihe fæst virðingin fyri blaðmannastarvinum ikki inn aftur í Kringvarpið!
ólavur
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo