Klokkan 9 í morgin skipa manningarfeløgini, Fiskimannafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið, fyri stórum mótmælistiltaki uttanfyri Tinghúsið, at vísa sína misnøgd við nýggja uppskotið um fiskivinnu.
Um somu tíð verður næstan allur tann føroyski fiskiskipaflotin á Havnini.
Mótmælistiltakið hjá manningum og skipum er í sambandi við 1. viðgerðina av uppskotinum um fyrisiting av okkara sjófeingi sum byrjar klokkan 10 í morgin.
Nýggj spurnarkanning er júst nú løgd út á VP.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo