Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað var tann tíð, tá Argemenninir vórðu skuldsettir fyri nepotismu í Útvarpi Føroya. Men nepotisman í Kringvarpinum hevur ongantíð verið so eyðsýnd, sum í dag. Og nú hava Arge-menninir ikki sitið við leiðsluni í nógv ár.

Í londunum rundan um okkum er púra vanligt, at virkir og fyritøkur hava sonevndan parlags-politikk. Tað merkir, at enda starvsfólk við at gerast pør, eru greiðar reglur fyri, hvat skal gerast.

Mest vanligt er, at annar parturin verður fluttur á aðra deild, so vandi og illgruni fyri favorisering verður burturbeindur.

Vandin fyri felags áhugamálum og diskusjónum á arbeiðsplássinum er eisini burtur, tá tey noyðast at arbeiða í hvør sínari deild.

Og stóri vandin fyri oyðiløgdum arbeiðsmorali og arbeiðsumhvørvi er eisini minni, tá pør ikki sleppa at arbeiða saman.

Serliga trupult verður tað hildið at vera, um ein leiðari verður unnusta ella unnusti hjá einum starvsfólki í lægri starvi.

Hetta ger seg ikki bara galdandi millum pør, men eisini systkin, foreldur og børn o.s.fr.

Men í Kringvarpinum ber alt til.

Henda samanblandingin av arbeiði og hjúnalagi/parlagi á almennum miðli hevði verið púra óhoyrd í td. Danmarks Radio.

Seinastu tíðina hava vit sæð synir hjá fotografum á Mentanardeildini staðið sum fotografar á sendingum hjá Kringvarpinum. Ikki fyrr enn nú er okkurt starv lýst leyst - mest sum bara av eiti, tí starvssetanin er avgjørd frammanundan.

Á somu deild arbeiða kona og maður.

Á tíðindadeildini er støðan einki mætari. Har arbeiða td. maður og kona, sum fyri kortum bæði vóru í Íslandi á tíðindaferð - saman. Høvdu tey kanska onnur ørindi í Íslandi? Í so fall hava tey fingið bíligar ferðaseðlar - undir skjólinum "arbeiði".

Eitt annað par er eisini á tíðindadeildini, í ítróttinum. Fyri kortum vóru bæði millum starvsfólkini hjá Kringvarpinum, sum vóru í Gotlandi í sambandi við oyggjaleikirnar.

TV2 í Danmark skrivaði á heimasíðu síni 14. mars 2012 undir yvirskriftini "Kærester på job er en katastrofe" millum annað:

Kolleger slår alarm
HK Kommunal har jævnligt sager om kollegakærlighed, der er kørt af sporet. Ofte er det kolleger til de kærlighedsramte, der slår alarm over for fagforeningen.

"Mange kan ikke styre sig. De bliver private i arbejdstiden. Så sidder de pludselig og kysser, eller skændes om ting, der ikke har noget med arbejdet at gøre. Ingen af delene er fair over for de andre kolleger," siger Niels Jakobsen.

Problemet er, at et forhold lukker 'det frie rum' mellem kolleger. Når to ansatte pludselig er mere end kolleger, går det ud over den fortrolighed, tillid og samarbejde, som både de selv og andre kolleger har behov for.

Berlingske Business skrivaði um evnið 27.10.2010. Í greinini stendur millum annað:

At pardannelse kan skabe splid blandt kolleger har ægteparret Pia og Claus Søgaard oplevet på egne kroppe, da de for få år tilbage fandt sammen, da de begge var ansat i IT-afdelingen hos Bestseller.

»Folk sagde ikke, at det var noget skidt, men da der på et tidspunkt opstod uoverensstemmelser i afdelingen, sagde folk, at de ikke vidste, hvordan de skulle håndtere, at vi var kærester. Så jeg blev flyttet til en anden afdeling,« fortæller hun.

Í Kringvarpinum eru dømini mong um áhugakonfliktir og samanvavstur. Ikki so sjáldan er tað komið fyri, at The Grand Old Man á tíðindadeildini í Kringvarpinum situr í Sjónvarpsstovuni og gevur orðið víðari til sonin, sum skipar eitt tjak. Og fleiri ferðir er komið fyri, at sonurin hevur havt unnustu sína beinleiðis á sjónvarpstráðnum - td. úr Vestmanna. Øll trý á tíðindadeildini. Samstundis.
 
Hetta hevði verið púra óhoyrt á public-service stovni í øðrum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við.

Umberingin, at Føroyar eru so smáar, kann ikki brúkast. Tí somikið meira týðandi er tað, at vit ikki svansa øll møgulig familju-, vina- og kenningamál saman.

Og so eisini tíðindaleiðarin, sum plagar at seta systir sína at arbeiða í ma. morgunsendingini hjá Útvarpinum. Flestu starvsetanirnar eftir at tíðindaleiðarin tók við eru settar uttan ferilin av journalistiskari útbúgving.

Eisini aðrar og tættar familjurelasjónir eru millum starvsfólkini í Kringvarpinum í dag.

Nú er at vóna, at nýggi stjórin fer at rudda upp. At vina- og kenningasetanirnar verða steðgaðar einaferð med alla, og at ymsu pørini verða steðgað í at útinna sítt privatlív innan fyri veggirnar í KVF.

Ella gera sær felags útferðir uttanlands - fyri skattgjaldarans rokning, og undir páskoti at gera nøkur (tærnakrympandi) innsløg úr útlondum, td. úr Íslandi.

Hvussu kann nakað tíðindafólk í KVF ditta sær at kritisera starvssetanir á øðrum almennum stovnum?

Kringvarp Føroya er í dag ein vavgreytur av nepotismu: familja, vinir, kenningar, Cirkus, alt sum tað er.

Tað sum upprunaliga skuldi vera ein sannur mentanarberi, gongur á odda við tí, sum tíðindafólkini ivaleyst høvdu klassað sum greiða korrupsjón, snúði tað seg um onkran annan almennan stovn í føroyska samfelagnum, enn Kringvarp Føroya.

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo