Nú liggjandi góðveður hevur verið, sæst tað tíverri aftur í náttúruni.
Kongavarði man vera eitt av heilt stóru útferðamálunum nærhendis Havnini. Har koma nógv fólk framvið, og sum myndirnar vísa, so verður staðið eisini brúkt til at seta seg eina løtu við onkrum drekkandi ella enntá til at festa í eina grill.
Men minni enn so øll hugsa um náttúruna.
Plastik, fløskur, pappír og eingangsgrillir liggja og sløðast hvørt um annað við Kongavarða, har myndirnar eru tiknar. Og nógv av tí er slíkt, sum tekur sera langa tíð at forganga.
Tað kann sjálvandi ikki sigast við vissu, neyvan er nøkur kanning gjørd av júst tí, men vit gita, at tey sum vitja Kongavarða fyrst og fremst eru føroyingar og ikki útlendingarnir sum ferðast í Føroyum hesa ársins tíð.
Tað er stórt spell, um vit hava so lítla virðing fyri náttúruni, sum hesar myndirnar kundu givið ábendingar um.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo