Tingfundurin í dag klokkan 10 verður ein av teimum heilt stóru, og sambært tí sum hoyrist er møguleiki fyri at bæði eitt og annað fer at henda, millum annað uppskot um misálit, og at uppskotið um fiskivinnunýskipanina verður tikið aftur.
Sum VP skilur hevur Sambandsflokkurin fund klokkan 9 í dag, har millum annað støða skal takast til, um Sambandsflokkurin tekur undir við at leggja misálits-uppskot fram.
Tí tekur Fólkaflokkurin undir við, og helst teir báðir smáu flokkarnir eisini.
Tað skilst eisini at samgongulimir eru farnir at seta spurnartekin við lógaruppskotið, serliga síðani samgongulimirnir í Vinnunevndini komu við sínum minnilutaáliti og øllum broytingunum, einar 42 í tali.
Nevndur hevur verið møguleikin at taka sjálvt lógaruppskotið aftur, tí tað letur seg ikki gera at broyta uppskotið munandi millum 2. og 3. viðgerð, so tað tænir øllum landinum og allari vinnuni, heldur enn bert einum parti av landinum, nevniliga Suðuroynni, sum ført hevur verið fram.
Men tað eru ikki bert ávísar ásetingar og uppskotnar broytingar, sum hava skapt ófrið og misnøgd um uppskotið, alt uppskotið sum tað er hevur skapt mikið rumbul seinastu vikurnar, og mótstøðan móti tí frá vinnu, fakfeløgum, reiðarum og einstaklingum hevur verið øgilig.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo