Seigliga talan, og ófrávíkiliga ballið, saman við hvílandi smílinum, mála eina rættiliga eyðkennismynd av føðingardagsbarninum.
Ikki tí, far ikki skeivur. Aftanfyri seigliga og róliga verumátan býr eitt stálsett sinni, sum treiskast móti polittiska afturhaldinum.
Góði Rúni!
Tú hevur verið mær ein stórur og støðugur íblástur, øll hesi árini eg havi fingist við politikk.
Serliga er tað áhaldandi tjóðskaparliga seiggið, sum hevur verið bulurin, og javnan hevur tú hartað, og av røttum, tá kósin ikki hevur verið nóg miðvís, og flokkurin hevur fatlast ov nógv við mál, sum meitlaðu burturav grundsúlu floksins, frælsu føroyum. Takk fyri tað.
At tú eisini hevur verið hollur í ráðum um skipan av fiskivinnuni, er fullvíst. Altíð við lið fiskimansins, men við virðing fyri givnu náttúruviðurskiftunum.
Nú tú er givin á fasta arbeiðsmarknaðinum, verður helst aftur høvið hjá tær at vitja bárurnar, sum tú hevur balist á so stóran part av lívinum.
Lítið er at ivast í at har hevur tú trivist væl, tó at bæði Ørkin og Tórshavnar Havn hava notið væl av tíni stóru vitan og førleika.
Fiskiklógv, og væl lýddur sum skipari. Ikki altíð ein samanrenning sum klingar. Tó hjá tær hevur borið til.
Tað er kortini ikki løta av samskifti okkara millum, at ikki børn og abbabørn gerast partur av samrøðuni. Og tað sigur helst allarmest um føðingardagsbarnið, sum í dag fer um tey sjeyti.
Enn, sum áður, hevur tú Hildibeth við tína lið, og vónandi eiga tit nógvar góðar løtur fyri framman.
At eldri sonur okkara, hevur sama føðingardag, ger bara dagin tað minniligari.
Tíðarskeiðið har tú var løgtingsmaður, og eg landstýrismaður, valdir fyri Sandoyar Tjóðveldisfelag, stendur sum ein varði fyri meg.
Bestu kvøður á degnum, frændi.
Páll á Reynatúgvu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo