Fólkakæri Njál Mackay Djurhuus fyllir runt í dag. Birgit og Svenning av Lofti heilsa honum her við eini yrking:
Havnin, Tinganes og Portugálið,
Vaglið, Reynið og Doktaragrund,
myndaðu mannin, lívið – og málið,
dygst frá lívsins morgunstund.
Mamman, abbin og omman reysta
lunnar løgdu til lívsins far,
við fyridømi og førningi besta
skotin av lunni báturin varð.
Skúlin á Vaglinum, grótborgin fríða,
mentanardepil við Havnará,
lærdi at lesa, rokna og skriva,
lærdi har út yvir heimsknøtt at sjá.
Lærdi at æra og elska sjálvt lívið,
náttúru Føroya við fjalli og strond.
Her fann hann Ernu, fagrasta vívið,
góvu hvørt øðrum hjarta og hond.
Frelsunarherurin, ljóðfør og streingir,
boðskapur mikil vann hjarta og sál.
Hetta gav ungmenni víðsjón og veingir,
at kenna sítt kall og andliga mál.
Slepti tí heimsins tølandi málum,
gav seg til lívskall við likam og sál,
at bjarga søkkandi sálum,
at geva teimum lívsmið og mál.
Í norðurlondum títt navn víða gingið,
tí tú teimum veiku ein vinur var,
hevur kongsheiðursmerki Noregs fingið,
heiður tú heimlandi tínum bar.
Tí takkar tær tjóðin, teg aldi til mans,
og virðir tað kall, tú fullførdi.
Einaferð fært tú hin rættferðarkrans,
sum Harrin til reiðar tær gjørdi.
Við vinakvøðu
Birgit og Svenning av Lofti
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo