Tá ið hátíðarhald var fyri Bernhardi Wilkinson í musikkskúlanum í gjár, nú hann fór um tey sjeyti, fekk tónleikaleiðari og stjórnarin eina serliga gávu frá Tórshavnar kommunu. Undir hátíðarhaldinum handaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, Bernhardi Wilkinson eitt pappírsklipp, sum listakvinnan Astrid Andreasen hevur evnað til.
Hugskotið til myndina kom, tá ið listakvinnan fekk uppgávuna at listprýða nýggja skúlan. Tá var starin hennara fyrsti tanki. Hesin fuglurin, sum er ein góður sangari og eisini dugir væl at herma eftir ymiskum ljóðum – ella ljóðførum.
- Mangan síggjast fleiri hundrað starar í einum - á húsatekjum ella í trøum. Teir minna allarmest um eitt symfoniorkestur. Á myndini, ið eg havi gjørt, sæst tó bara orkesturleiðarin, hugleiðir Astrid Andreasen um myndina.
Føroyski starin, sturnus vulgaris faroensis, er sermerktur á tann hátt, at hann er størri enn starar í grannalondunum.
- Ólíkt staranum í okkara grannalondum, har hann er flytifuglur, so er okkara stari støðufuglur, t.v.s. at hann býr her alt árið. Starin er eisini rættiliga lokalur og syngur ymiskt frá bygd til bygd. Ja, hann sigur enntá Ei í Havn og Ó í Klaksvík. Mangan spyrja útlendskir gestir, hvør tað er, sum situr og syngur á hávetri. Tað er sjálvandi starin. Hetta hava tey ikki hoyrt áður, leggur listakvinnan aftrat.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo