Í dag var hátíðarløta í Skúlanum á Argjahamri, nú Marjun Holm leggur frá sær sum skúlastjóri. Ein av røðarunum var Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum byrjaði við at gera vart við, at hann fór at vara seg fyri, hvat hann fór at siga, tí hvalbingar høvu tað við at venda øllum á høvdið og fáa skemt burturúr.
Borgarstjórin nevndi, at mamma Marjun var donsk og pápin úr Hvalba. Hon er yngst av fýra systkjum, sum saman hava varðveitt barnaheimið í Hvalba, har teimum dámar sera væl at vera. Og so fáa tey hildið hvalbiarhumorin við líka.
- Lat meg líka siga, at eg plagi at siga við tílík høvi, at bæði tað ringasta og keðiligasta við, at fólk sum tú leggja frá sær er, at tað ofta er fullkomiliga vónleyst at erstatta tey. Og tað er púrasta meint av álvara. Tí tú kanst ikki finna fólk við slíkum lívsroyndum og slíkum førningi at taka yvir.
- Tað verður ein ofta strævin prosess at finna tann best hóskandi, sum so kann menna seg í starvinum – men tíbetur hvørva fólk sjáldan heilt, tey rætta oftast eina hond í einum skifti - eini tillagingartíð.
- Tað er ein sannroynd, at vit kunnu ikki erstatta fólk, sum vita alt. Alt sum er vert at vita og sum hevur nakran sum helst týdning fyri tað starv, tey sita í. Hetta ásanna vit ferð eftir ferð.
- Men kortini eru vit so ómetaliga glað fyri tey, sum hava sitið leingi í starvinum og hava trivist. Tí tey eru eitt gott barometur hjá okkum politikkarum av trivnaðinum í kommununi.
- Tú hevur sera drúgvar og fjølbroyttar royndir. Tú tók læraraprógv í 1985, arbeiddi á Føroya Fólkaháskúla, síðani í Kommunuskúlanum, so vart tú eitt tíðarskeið í Keypmannahavn, vart á ársskeiði har, og arbeiddi síðani í einum fólkaskúla.
- Síðan komst tú aftur til Føroya og fór aftur í Kommunuskúlan. Í august 2001 byrjaði tú í starvinum sum skúlastjóri í Argja skúla, har tú vart, til skúlin í 2011 flutti í nýggja bygningin á Hamrinum og fekk navnið Skúlin á Argjahamri. Tú hevur eisini tikið eftirútbúgving innan leiðslu.
- Tá tú komst til skúlan á Argjum komst tú til ein skúla við eini gamlari og rótfestari mentan. Tú komst inn sum ein frískur vindur við nýhugsan og fór beinanvegin undir at flyta skúlin fram í nútíðina og eitt gott fet inn í framtíðina.
- Henda nýhugsan fylgdi tær niðan á Hamaran. Tú hevur sostatt í skúlahøpi verið avbera málrættað og øgiliga treisk. Men tað hevur sanniliga eisini givið úrslit.
- Men gott at vita kortini, at tú hevur ein góðan mann og løgfrøðing í Sjúrði at taka til, so tú viðhvørt ikki fert heilt uppfrá! Skilamannin Sjúrð kenni eg væl frá løgtingsarbeiði.
- Broytingin var stór frá Argja Skúla og til Skúlan á Argjahamri. Hesin skúlin varð tikin í nýtslu í 2011, so tað eru longu 10 ár síðan, at tú tókst yvir leiðsluna á hesum stóra og stásiliga skúlanum. Og tað var ikki smávegis uppgáva.
- Eg kann nevna, at skúlastjórar í Tórshavnar kommunu hava havt fund á Ráðhúsinum fyrsta hósdag í hvørjum mánaði í fleiri ár. Har hevur tú altíð givið títt góða íkast til felagsskapin og samstarvið millum skúlaleiðslurnar, til gagns fyri bæði skúlaskap og næmingar í Tórshavnar kommunu.
- Vit kenna teg eisini sum sera aktiva, tú gongur, tú súkklar og tú svimur. Og tað fært tú alt betur stundir til, nú tú tíverri fer frá sum skúlastjóri. Hartil lesur tú nógv – og tað fær meg at hugsa um tykkara vælútbygda bókasavn her á skúlanum.
- Tú ert eisini kend fyri at vera sera familjukær, og tað er ikki minst børn og ommubørn hjá systrunum, ið hava notið ágóðan av tí. Tey fert tú eisini at fáa betur stundir til.
- Eg havi hoyrt, at tú sum fasta siðvenju árliga er stungin av til Hvalbiar, tá stóra ársskemaið hjá skúlanum skal leggjast. Tað er ikki hissini putlispæl at fáa at ganga upp – men í Hvalba hevur tú so fingið sálarfrið at loysa uppgávuna.
- Nú kanst tú so í enn størri mun njóta friðin í Hvalba.
- Góða Marjun.
- Eg fari vegna Tórshavnar býráð at takka tær hjartaliga fyri títt drúgva og góða arbeiði og ynskja tær og Sjúrða alt tað besta í tí komandi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, áðrenn hann handaði Marjuni blómur og gávu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo