Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Ungur var hann – 17 ára gamal – tá hann fór úr Føroyum fyri at liva eitt lív í spenningi og upplivingum, hevur ongantíð verið ræddur fyri at taka avgerðir og fekk tí eitt sera ríkt lív.

Áðrenn, fór hann eftir skúlagongd 14 ára gamal at arbeiða á Turkarínum hjá P/f J. J. Jacobsen. Árið eftir - í 1956 - fór hann við “Kelduni” til Íslands í sjálvdrátti við Johannesi Lydersen, sum skipara, sum hann helt nógv av. Yngstu menn umborð vóru tá Eli Jacobsen (hjá Esmari), Erik Østerø av Trøllanesi og Regin sjálvur.

Síðani var hann við ymiskum skipum,við m.a. “Carlton”, “Fugloynni”, týskum trolara, “Valkenstein” og norska línubátinum “Juvel”, hjá Ervik-brøðrunum.

So liggur leiðin út í heim. Hetta gleddi hann seg til.

Her vinnur útlongsulin
Fyrst á sjófartsskúlan í Svendborg. So at sigla við donskum “costara” m.a. millum Hamburg og Danmark.

Eftir hetta liggur leiðin umborð á skúlaskipið “Danmark” í hálvt ár. Hetta tosar hann ofta um, sum nakað fyri seg og avbjóðandi. Av eini manning uppá áttati vóru teir fýra føroyingar. Heilt nátúrliga fór hann, tá hann kom í land, á stýrimansskúla í Marstal og helmaði ikki í, fyrrenn ein væleydnað skipsførarapróvtøka var framd.

Hann fór síðani út at sigla hjá A. P. Møller, sum stýrimaður og meðan hann sigldi, las hann til verkfrøðing.

Hóast hann bara er hálvtriðja ár eldri enn eg, fyrikom hann mær at liva í longri tíð í heilt øðrum og meiri spennandi lívi, tá hann, sum ofta verður tikið til; “sigldi um øll høv”. Ok – øll høv – er kanska í so nógv avgjørt, men tað sigur seg sjálvt, at sigla sum stýrimaður við “Mærsk”, við tanga- og farmaskipum, tá fert tú sera vítt um verð! Her sigldi hann nøkur ár.

Sera áhugavert er at lesa brævaskiftið, Regin og foreldrini høvdu í fleiri ár sínamillum, meðan hann silgldi úti og síggja tættleikan teirra millum.

Hevur holla fjølskyldu
Regin giftist danskari konu, Jane Rasmussen, úr Marstal. Tey festu búgv har. Tað kom sjálvandi væl við, tá hann sigldi og var nógv burtur, at hon var uppvaksin í einum skiparaheimi, nevniliga dóttir Tove og Karlo Rasmussen. Karlo sigldi í sínari tíð upp á Føroyar við eitt nú “Patriu”, og skipunum hjá felagnum Kromann, sum eisini áttu t.d. “Louis S”, sum vit øll eldru minnast. – Hann hevði soleiðis vinfólk í Klaksvík.

Jane, hevur verið Regini ein sera góð og dugnalig kona. Verið ein verja um heimið. Tey eiga tríggjar álitis-døtur, Charlotte, Heidi, og Mariu og tvær ommu- og abbadøtur. – Tá vit øll eru saman, og tað er av og á, tá ganga “diskutiónirnar” fríar, frælsar og sera flótandi við fjøld av meiningum. Tað eru góðar løtur.

Jane og Regin fluttu fyrst í 1970unum úr Marstal til Munkebo, tá hann hevði fingið starv sum “driftsleiðari” sum verkfrøðingur á Lindø-skipasmiðjuni. Har var hann í fleiri ár, sigldi eisini í hesum sambandi sum inspektørur við skipunum, arbeiddi niðri á skipasmiðjuni í Nakskov, sum leiðari fyri sandblásing og yvirflatu-viðgerð og var so aftur á Lindø.

Í hesum sambandi kann eisini nevnast, at Regin, seinast í 1980unum eina tíð var í Føroyum og gjødi nøkur arbeiði í samband við sandblásing og yvirflatuviðgerð av skipum.

Seinstu mongu árini, hava Jane og Regin notið sítt otium í teirra hugnaligu húsum og undurfagra urtagarði, sum tey ganga høgt uppí.

Hóast langa útlegd er hann Føroyavinur
Regin hevur verið burtur úr Føroyum síðani 1958, hóast tað hevur hann fylgt væl við bæði á vinnuliga- og politiska økinum og er rættur Føroya-vinur og hildið onkrar fyrilestrar um Føroyar. Tey hava javnt ferðast aftur og serliga døturnar. Verður nakað heldur niðursetandi sagt um Føroyar, fer hann í verjustøðu fyri landinum, har hann sá dagsins ljós.

Hjartaliga tillukku
Góði Regin! Hetta er fyrsta og verður helst einasta ALEMNNA heilsanin, vit systkinini senda tær í fjølmiðlum, nú “vesturskinið” meiri og minni hjá okkum øllum trimum systkjunum trínur á vitjan, nú øll rúmliga hava notið góðar og minningarríkar gullbrúdleypshátíðir, sum vit eru takksom fyri. Tú okkara frumborni beiggi, sum vit hava sæð upp til. Víðari heilsanirnar verða innanhýsis okkara millum. Hetta er í samráð við okkara “lítlu-systur”, Áslu, við hugsanum um okkara góðu og kærleiksfullu foreldur, sum nú hava ligið undir “grønu torvu” í ávíkavist 17 og 35 ár. – Vit vóna, nú “korona-rokið” hæsar av, so øll okkara koma ein túr niður seinni í ár um alt er væl.

Vit ynskja tær við fjølskyldu hjartaliga tillukku við stóra degnum 6. juni! Harrans signing frameftir á leiðini. Jesus veri við tykkum.

Bestu heilsanir
Ásla og Jógvan við øllum okkara

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo