Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag fyllir pápi okkara 80 ár, og vilja vit við hesum senda honum eina føðingardagskvøðu.

Ikki sæst aldur á tær. Hóast 80 ár má metast at verða ein høgur aldur, so ert tú so væl fyri sum ein unglingi.

Seinastu dagarnar hevur tú, oftast einsamallur, gingið norð á markið ímillum Kleivar og Norðurtriðing, fyri at seta nýtt hegn upp.

Tað má verða fáur, á so høgum aldri, sum megnar tað.

Tú er ein sera góð fyrimynd um, at aldur ikki er ein forðing.

Vit eru 6 systkin, og í okkara hugaheimi so er eingin ivi í, at vit hava tann allarbesta pápan.

Ígjøgnum allar tíðar, góðar støður og sannliga eisini í ringum støðum, hevur tú altíð gjørt alt tað tú kundi fyri at vit skulu hava tað gott.

Tú hevur arbeitt í bankanum stórsta partin av tínum lívi, og hevði tú tungar og krevjandi uppgávur har.

Hetta gjørdi at tú til tíðir arbeiddi nógv.

Tá tú so ikki kundi verða so nógv heima, ja so sluppu vit við í bankan, tá tú mátti aftur til arbeiðis um kvøldið ella í vikuskiftinum.

So serliga vit yngru sysktin sluppu við tær til arbeiðis, tað var dagur í viku.

At sleppa at sita við kassan og spæla banka, og kanska enntá at sleppa at opna stóru pengaboksina og síggja inn í hana.

Tað var alla bíðitíðina vert.

Tíni áhugamál hava við náttúruna at gera.

Serliga er tað seyðurin, sum hevur tín stóra áhuga. Her sluppu vit eisini við.

Til tíðir var tað nokk meir stríð enn gott var at hava okkum við, men ongantíð segði tú nei, uttan at tú metti at tað var ov vandamikið at sleppa við.

Vit hava gjørt nógvar ógloymandi útferðir, og eisini túrar uttanlanda.

Ætlanin var eisini at gera ein túr til Danmarkar í summarhús fyri at feira teg, men hetta má bíða til umstøðurnar loyva tí.

Hetta er ein túrur vit gleða okkum nógv til.

Vit hava lært so nógv av tær.

Bara við at eygleiða hvussu tú ert um eldri fólk, og ta virðing tú vísur øðrum fólki er lærdómur á høgum stigi.

Vit hava sæð, at um onkur illstøða var íkomin vegna misskjilingar, so nívdi tað teg, og tú vart skjótur at fáa misskiljingina av vegnum.

Fyri okkum var hetta ein lærdómur, sum ikki kann lesast um í bókum.

Tað er so stuttligt at síggja hvussu glaður tú ert fyri abba- og langabba børnini hjá tær.

Aftur her er aldur eingin forðing.

Nú í januar tá kavin lá so leingi, var avtalað at fara at skreiða oman fyri húsini.

Tað gingu í mesta lagi 3 minuttir, so vart tú uttanfyri, og vart klárur at seta teg í sletuna hjá teimum smáu, byggja kavahyttu og spæla kavakríggj við teimum.

Hjálpsemi títt er sera stórt.

Hvat tað so er, so ert tú klárur at hjálpa.

Hetta hava vit so mangan sanna.

Tú gert ikki mun á fólki, og dugur, sum fáur, altíð at síggja tað jaligu síðuna.

Tú hevur valt at tað skal verða láturin sum fyllur.

Saman við mammu, hava tit bæði megnað at skapt eitt trygt og gott heim, og tað er vakurt at síggja hvussu góður tú ert við mammu.

Vit sluppu at halda gullbrúdleyp saman við tykkum fyri tveimum árum síðan, so tit hava nú verið gift í 52 ár.

Vit eru heppin at eiga tykkum!

Góði pápi.

Hjartaliga tillukku við degnum, og takk fyri tað sum tú ert fyri okkum, okkara børn og langabbabørnini.

Vit gleða okkum at sleppa at ferðast saman við tær, og vit ynskja tær Guds signing, og nógv góð ár framyvir.

Børnini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo