Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Røða sum Jørgen Niclassen, landsstýrismaður, helt tá nýggi Hvalbiartunnilin lat upp í gjár.

Góðu áhoyrarar,

Hetta er ein stórur dagur hjá øllum tykkum, sum búgva í Suðuroynni. Ikki minst hjá tykkum hvalbingum og sandvíkingum, sum frá í dag fáa eitt nógv skjótari og tryggari samband til restina av Suðuroynni.

Men hetta er sjálvandi eisini ein gleðisdagur hjá okkum øðrum, sum nú nógv meira ómakaleyst kunnu vitja vøkru bygdirnar norðast í Suðuroynni.

Dagurin í dag er eisini dagurin, tá vit siga farvæl við gamla Hvalbiartunnilin. Kanska eitt sindur sorgblítt, tí hesin gamli tunnilin hevur tænt økinum ómetaliga væl øll hesi árini, síðan hann lat upp í 1963. Hann skapti eina kollvelting í mátanum at ferðast millum bygdir, og hann gjørdist fyrimyndin fyri allar hinar tunlarnar, sum blivu boraðir næstu árini, tí hann var jú tann fyrsti tunnilin í Føroyum.

----

Øll tit, sum hava havt tykkara gerandisdag við at koyra gjøgnum Hvalbiartunnilin, vita hvussu stórt framstig hesin nýggi tunnilin er. Hann er breiður, høgur og ljósur. Eisini liggur hann væl lægri í lendinum enn tann gamli. Og tað er jú gott í einum landi, sum hevur vind og kavarok næstan alt árið – eisini í mai mánaði…

Nýggi tunnilin gevur vinnulívinum í oynni munandi betri karmar. At flyta fisk og vørur gjøgnum gamla tunnilin hevur mangan verið eitt puslispæl og hevur elvt til nógv høvuðbríggj. Og eg má siga, at hóast tit sunnanfjørðs bera orð fyri at hava stutt fjús, so hava tit verið rættiliga tolin og hava stríðst fyri tykkara vinnulívi, hóast tað mangan hevur verið avbjóðandi.

Hesin nýggi Hvalbiartunnilin kann eisini skapa eitt gott grundarlag fyri fólkavøkstri í økinum. Ikki minst nú ein nýggjur Suðuroyartunnil er í stoypiskeiðini og gerst veruleiki um nøkur ár.

----

Bygdirnar Sandvík og Hvalba eru millum elstu bygdir í landinum. Hvalba er landnámsbygd, og vit hoyra um Sandvík í Føroyingasøgu.

Har lesa vit um Torgrím Illa. Havi hoyrt,  at Sandvík er tiltikið fyri at geva eyknevni og hjánøvn. Illi ljóðar sum harligt hjánavn, men vit sum kenna Jóhan Eli, varatingmann úr Sandvík, vita, at hann kann harna um orðini og økja munandi um desibellini.

Í 1349 doyr Sandvík út av svartadeyða, og í fleiri hundrað ár liggur bygdin útdeyð. Ikki fyrr enn í 1816 búsetast fólk aftur í bygdini, sum tá hevði fingið navnið Hvalvík.

Navnið Hvalvík gav nakrar avbjóðingar, tí á Streymoynni var jú eisini ein Hvalvík.

Mær er fortalt, at bland kom í postin. Tað var ein persónur í Hvalvík í Suðuroynni, sum dámdi væl at smakka sær á. Men hann bar tilfeldigvís sama navn sum ein losjumaður í Hvalvík á Streymoynni. Og hesin losjumaðurin var ikki mildur, tá hann við jøvnum millumbilum fekk ein kassa av brennivíni inn um dyrnar. Hetta vóru kassar, sum vóru til navnan í Suðuroy.

Men í 1911 varð so avgjørt at broyta navnið her suðuri til Sandvík, sum jú var gamla navnið.

----

Hvalba er eldri bygd. Nú skulu vit heilt aftur til landnámstíðina, t.v.s. um ár 825. Gjøgnum alla landbúnaðartíðina er Hvalba millum størstu bygdir í Føroyum. Ja, onkur her á leiðini sigur, at Hvalba faktisk var høvuðsstaður í Føroyum.

Men tíðinar broytast. Vit fáa eina ídnaðarkollvelting við fiskivinnuni og slupptíðini, og hesar broytingar gera aðrar bygdir til størri býir. Tvøroyri veksur av álvara fram sum keypsstaður, og byrokratiska kollveltingin ger Havnina til størsta býin í landinum.

Hvalba er kent fyri nógv - millum annað trolaravinnu. Her hava nógvir ótroyttiligir útgerðar- og fiskimenn fingið mangan fong til høldar.

Og so er tað kolagrevsturin. Mangur hvalbingur hevur arbeitt í kolinum gjøgnum ár og dag. Kolagrevsturin byrjaði seinast í 1700-talinum, og her hava føroyingar nógv at takka hvalbingum fyri.

Heilt fram til endan av seinna heimsbardaga var kolið úr Hvalba av sera stórum týdningi fyri okkara fólk. Í krígstíðini var hvalbiar-kolið sera týdningarmikið fyri fiskiskipini, sum tey árini skaffaðu okkum føðina og inntøkurnar.

Men eisini Sandvík hevði ein serligan leiklut undir krígnum, tí har einasta smiðja í landinum, har tey gjørdu seym. So Sandvík tryggjaði okkum bygging og viðlíkahald, og Hvalba tryggjaði okkum hita og inntøkurnar.

----

Fyrr var vanligt at fara upp framvið Káragjógv, eftir Hvalbiarfjalli og niður gjøgnum Mannagjógv, tá fólk skuldi til Trongisvágs ella Tvøroyrar. Ja, mann plagdi at siga, at mann gekk ”upp á Tvøroyri”.

So kom Hvalbiartunnilin, og øll ferðslan fór ígjøgnum fjallið. Og frá í dag verður leiðin upp á Tvøroyri uppaftur lættari gjøgnum hendan snotiliga, breiða tunnilin.

Tá vit sita heitt í bilinum og súsa tvørtur um fjallið, eiga vit í takksemi at hugsa um tey, sum undan eru farin. Tey, sum gjøgnum øldir bygdu hetta økið og knossaðu upp og niður gjøgnum Káragjógv og Mannagjógv.

Og kanska er tað eitt gott hugskot, at vit viðhvørt leita okkum ein túr eftir gomlu varðagøtuni. Bara fyri at minna okkum á korini, sum forfedrarnir og -møðurnar livdu undir. Og fyri at skilja, hvussu nógv baks tað var at liva og yvirliva tá í tíðini:

Har hava fólk gingið í ódn og logn. Í sól og bølamyrkri. Í húðaskóm og síðum kjólum. Rennandi eftir lækna ella jarðamóðir. Leiðandi við neytum. Við tungum leypum á bakinum. Og við fleiri smábørnum í hølunum.

Ja, tað verður sagt, at fyrsta orglið, sum kom til Hvalbiar, bleiv borið um fjallið í 1890-unum. Tað vigaði 200 pund.

Og fyrr í tíðini skuldi tú eisini gera ein ordans innsats fyri at fáa ein upp í nevið.

Hjørleif Enni fortaldi eina ferð í sjónvarpinum søguna um juristin, sum var farin upp á Tvøroyri at loysa kassan út. Hesin juristurin kom ikki afturíaftur, so neyðugt var at seta leiting í verk. Tá hvalbingarnir høvdu leitað leingi, letur í einum: ”Je eri bangin fyri at okur ikki finna juristin”. Tá letur í einum øðrum: ”Legg vertin á juristin. Finn kassan!”

----

At enda fari eg at takka øllum tykkum, sum hava staðið fyri arbeiðinum at gera tunnilin, fyri gott og væl úr hondum greitt arbeiði. Arbeiðið hevur gingið sera skjótt. Tunnilin skuldi vera liðugur í februar 2022, men longu nú kunnu vit taka hann í nýtslu. Takk fyri tað!

Hjartaliga tillukku við nýggja Hvalbiartunlinum. Eg ivist onga løtu í, at hann vera at vera til stóra gleði og stórt gagn fyri alla Suðuroynna, ja fyri alt landið.

Jørgen Niclasen

Hvalba 8. mai 2021

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo