Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Tær tríggjar Sanna Pearce, Ina Saxov og Ann Mari Sivertsen hava allar starvast í meira enn 10 ár í Heimatænastuni í Tórshavnar kommunu.

Ein lítil samkoma var í Heilsuhúsinum í Hoyvík seinnapartin, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, eisini bar Sonnu, Inu og Ann Mari eina heilsan frá Tórshavnar kommunu.

- Fyri okkum, sum eftir besta førimuni starvast við at stjórna og umsita okkara deiliga høvuðsstað, er onki, sum frøir okkum meira enn trúføst starvsfólk.

Starvsfólk, sum arbeiða leingi í sama stað, starvsfólk, sum vita alt og sum duga alt.

So kann ein spyrja, um 10 ár er ein long starvstíð í sama stað. Jú, tað er tað, tí kappingin um góð starvsfólk er hørð, og tilboðini í dag eru mong, og fólk flyta regluliga úr starvi í annað starv.

Og 10 ár í hørðum umsorganararbeiði kann tykjast væl longri enn 10 ár á eini skrivstovu.

Tí hátíðarhalda vit tríggjar starvsdagar í dag: Sanna Pearce, Ina Saxov og Ann Mari Sivertsen – tit hava allar verið longri enn 10 ár, men betri seint enn ongantíð.

Sanna - tú byrjaði at arbeiða í heimarøktini 01. januar 2008. Tú ert avbera væl lýdd av øllum – og tað sigst, at tú sanniliga ikki er bangin fyri at siga tína hjartans meining, um onkur er fyri órøttum.

Tú gongur sera høgt uppí, at allir borgarar hava tað gott, og ruggar ikki alt rætt, so ert tú skjót at siga frá.

Tú ert ættað úr Válinum á Tvøroyri – og tað hoyrist uppá tann góða mátan. Válafólkunum lík ert tú skemtingarsom og dámar væl at vera saman við fólki.

Her siga tey samfelt, at tú ert ein avbera góð heimahjálp, sum er vælrøkin, sum skapar tryggleika rundanum teg, og sum borgararnir yvirhøvur gerast góðir við.

Og tað eru einastandandi eginleikar at hava.

Ina - tú byrjaði at arbeiða sum heimahjálp 01. mai 2006, so vit fara í veruleikanum at nærkast 15 árum.

Tú ert eisini ein heimahjálp, sum borgararnir eru ógvuliga glaðir fyri. Tínir starvsfelagar siga, at tú ert rólig og dugur væl at skapa eitt gott samband við tann einstaka borgaran.

Borgarar og avvarðandi eru trygg við teg og fleiri teirra vilja hava, at tað er tú, sum kemur inn aftur til tey. Óansæð avbjóðingarnar, so fert tú til verka, og ert ikki bangin fyri at taka fatt.

Summi siga, at tú ert ógvuliga friðalig, men tá tú so endiliga sigur eitthvørt, so er heilt vist, at øll lurta.

Sagt verður um teg, at tú ert ein hjartagóð heimahjálp, sum nemur tað einstaka menniskja. Og tað er einastandandi ummæli at fáa.

Ann Mari – tú byrjaði at arbeiða her 01. januar í 2009. Tú ert altíð tann fyrsta sum møtur til arbeiðis, kemur ein hálvan tíma áðrenn hini og fyrireikar teg væl til dagin.

Tú ert eisini álitisfólk fyri heimahjálpirnar.

Tú gongur eisini sera høgt uppí hvønn einstakan borgara, tú gongur inn til. Tað kunnu vera borgarar við serligum tørvi, sum kunnu vera avbjóðandi at passa, men tú dugir ógvuliga væl at seta mørk, at siga sum er, og tú ert ógvuliga góð við borgararnar.

Eg veit, at á Heimatænastuni hoyra frá avvarðandi, at tey eru ógvuliga glað og trygg við teg, og kunnu siga alt við teg, tá støðan gerst trupul.  Tú ert eisini ein hjartagóður heilsuhjálpari, sum skapar gleði úti í heiminum hjá borgarum.

Og tað er eisini eitt einastandandi ummæli at fáa.

---

Tað kann aldri yvirmetast, hvussu stóran týdning tað hevur at hava so trúgv starvsfólk. Fyri okkum í Tórshavnar kommunu hava trúføst starvsfólk sera stóran týdning, tí tey eru okkara barometur í sambandi við trivnaðin á arbeiðsplássunum.

Tað hevur samstundis stóran týdning at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.

  Eg fari at takka tykkum trimum hjartaliga fyri tykkara stóra íkast og tykkara drúgvu tænastu - fólk við tílíkum innliti og slíkum royndum hanga altso ikki á trøunum.

- Tí vóna vit, at tit framhaldandi trívast í starvinum og verða verandi í tænastuni, segði Heðin Mortensen at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo