Tórshavnar kommuna: Seinnapartin gav Heðin Mortensen, borgarstjóri, teimum báðum Kaj Hammer og Andrass Joensen eitt herðaklapp. Teir fingu báðir handað heiðursbrøv í sambandi við teirra stóra arbeiði fyri føroyskt bátasmíð.
Kaj Hammer fær heiðursbræv fyri at vekja ans fyri føroyskum bátasmíði. Í grundgevingunum verður sagt, at við hugsjónum, sum eru væl grundaðar í gomlum siðaarvi, hevur Kaj Hammer í mong ár vakt ans fyri siðbundnum føroyskum bátasmíði.
Kaj Hammer lærdi at smíða bát av pápanum, sum var kendur bátasmiður. Sjálvur hevur Kaj smíðað um hálvthundrað bátar, bæði vanligar bátar og kappróðrarbátar.
Serliga eru tað teinæringarnir, sum hava vakt ans bæði her á landi og uttanlands, tí við hepnari hond hevur hann endurskapt hesa bátastøddina, sum vit kenna úr sagnum í seytjandi øld. Tað hevur hann gjørt við hollum støði í vitan um gamalt bátasmíð.
Skúlabørn í kommununi hava seinnu árini havt mangar góðar løtur í hesum vøkru og tryggu bátunum, og fingið frálæru um gamlan mentanararv.
At varðveita og miðla vitan um gamalt bátasmíð hevur stóran mentanarsøguligan týdning og gagnar ætlanini um at fáa føroyskt bátasmíð við á listan hjá UNESCO um heimsarv.
Andrass Joensen hevur í mong ár við eldhuga og nærlagni virkað fyri at varðveita vitan um gamalt føroyskt bátasmíð. Hann hevur ferðast kring landið og mált gamlar bátar upp og gjørt tekniskar tekningar av teimum.
Andrass hevur tí givið eitt týðandi íkast til at varðveita siðbundna føroyska bátin. Eisini hevur hann í virksemi sínum havt áhuga fyri kappróðrarbátum, serliga teimum, sum Niclas í Koltri smíðaði. Tilfarið, sum Andrass hevur lagt úr hondum, er nú til skjals á Tjóðsavninum.
Seinnu árini hevur Andrass Joensen lagt seg eftir at læra frá sær. Hann hevur undirvíst á Tórshavnar Kvøldskúla í bátasmíði, og mong ung sum eldri hava sýnt hesum áhuga og notið gagn av tí.
At varðveita og miðla vitan um gamalt føroyskt bátasmíð hevur stóran mentanarsøguligan týdning og gagnar eisini ætlanini um at fáa føroyskt bátasmíð á listan hjá UNESCO um heimsarv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo