Tórshavn.fo: Í dag eru liðin 90 ár, síðani Føroya elsta hondbóltsfelag varð sett á stovn. Neistin skipaði fyri føðingardagsveitslu í Gundadalshøllini seinnapartin.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, bar vegna Tórshavnar býráð fram hesa kvøðu fyri hondbóltsfelagnum Neistanum.
- Vit síggja hvønn dag í árinum, hvussu ovurhonds stóran týdning tað hevur fyri trivnaðin í gerandisdegnum, at vit hava feløg sum Neistan.
Nú felagið í dag gerst 90 ár, so kann ein og hvør skjótt rokna út, at tað er ein øgilig rúgva av fólki, sum gjøgnum árini hava verið knýtt at felagnum.
Her eru mong komin sum børn – enntá heilt smá børn – og so hevur Neistin verið ein natúrligur partur av lívinum upp ígjøgnum allan ungdómin og longur enn tað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo