Tórshavnar kommuna: Eftir 35 árum í starvi hjá Tórshavnar kommunu takkaði Jóhan Carl Dam fyri seg í morgun. Í hesum sambandi var lítil samkoma á Brennistøðini á Hjalla.
Borgarstjórin helt røðu fyri Jóhan Carl og mintist aftur á góðar ungdómsdagar, tá teir afturi í 1966 báðir spentu í árarnar umborð á Ørvi og vunnu alt sum vinnast kundi.
Men kappróður var bara eitt av tí nógva, Heðin Mortensen mintist Johan Carl fyri. Jóhan Carl hevur verið fótbóltsdómari og totalur HB-fjeppari. Og eins og borgarstjórin er hann Liverpool-fjeppari.
Borgarstjórin mintist aftur á sterka mannin í Bragdinum, t.d. saman við Bjarna Reynagarð. Í kommununi kenna øll Jóhan Carl sum bæði álitismann og trygdarumboð, og sum sum nevndarlim í Havnar Arbeiðarafelag í mong Harrans ár.
- Vit hava eisini hoyrt teg onkuntíð á Vaglinum 1. mai – og tað er ongin ivi um, hvat tú heldur og meinar, og heldur ongin ivi um, at tín meining skal hoyrast. Onkuntíð gert tú vart við teg á Facebook eisini, segði Heðin Mortensen skemtandi.
- Nú hevur tú verið á tyrvingarplássinum í 14 ár, og skoðsmálið tú fært frá leiðslu og samstarvsfeløgum er, at tú ikki bara røkir títt starv til fulnar, men møtir tíðliga og gongur sera høgt uppí arbeiðstrygd – og tú ert altíð fakfelagsmaður um ein háls.
- Tingini skulu bara vera í ordan. Og tað skal vera stílur yvir. Og at tingini skulu vera í ordan sæst bæði á tær sjálvum, sethúsunum og á bilinum. Tá tað skal vera, so er alt uppsjeinað og fíni bilurin so blankur, at mann fær ilt í eyguni av honum.
- Tú hevur stríðst sum verkamaður í Havn alt títt lív. Og tú hevur altíð virkað fyri rættindum hjá verkafólki. Og vit vita, at tú í mong ár hevur gingið undan at betra um arbeiðsumhvørvið og trygd á arbeiðsplássunum – tú hevur eisini verið limur í Arbeiðsumhvørvisráðnum og er tað framvegis.
- Tú ert havnarmaður við stóra H, og hevur gingið við lív og sál upp í alt, sum kann menna kommununa. Serliga hevur hjarta títt bankað fyri fólki við láginntøkum, at tryggja teimum javnbjóðis møguleika at seta fót undir egið borð í kommununi.
- Og tú hevur meira enn eina ferð mint okkum á at seta arbeiðsumhvørvi og trygd á arbeiðsplássunum á politiska kortið. Eisini veit eg, at tey eldru standa tær sera nær.
- Tað kann aldri yvirmetast, hvussu stóran týdning tað hevur at hava so trúgv starvsfólk. Fyri okkum í Tórshavnar kommunu hava trúføst starvsfólk sera stóran týdning, tí tey eru okkara barometur í sambandi við at meta um trivnaðin á arbeiðsplássunum.
- Tað hevur samstundis stóran týdning at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.
- Tí er tað eisini altíð keðiligt, tá tílík fók leggja frá sær. Tí tað er øgiliga trupult at erstatta tey, sum vita og duga alt. Ofta skal meira enn ein persónur til at erstatta tílík fólk. Tí fólk við tílíkum innliti og slíkum royndum hanga altso ikki á trøunum, og tí er tað ein stórur missur, at tú nú gevst í tínum arbeiði.
- Sostatt verður uppá fleiri mátar saknur í tær. Hinvegin, so hevur tú væl og virðiliga gjørt tína skyldu og tikið títt tørn, so tað skal vera tær væl unt, at tú nú sleppur at taka tær av løttum.
Eg fari at takka tær fyri tín drúgva innsats fyri okkara bý og kommunu. Fari eisini at takka tær fyri góðar løtur í gomlum døgum og góðan vinskap gjøgnum árini, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, áðrenn hann handaði blómur og gávu frá kommununi.
Leiðarin á Brennistøðini, John Erik Hansen, segði nøkur orð at enda og handaði Jóhan Carl eina stóra gávukurv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo