Tórshavnar kommuna: Fýra heimahjálpir hava rundað meira enn tíggju ár í starvinum og í hesum sambandi var ein móttøka fyri teimum í Heilsuhúsinum seinnapartin.
Elin, Agnas, Birgith og Majbritt gera allar eitt megnar arbeiði fyri heimabúgvandi fólk, sum hava tørv á hjálp í gerandisdegnum. Teirra partur hevur ongantíð ligið eftir og sum tøkk fyri hetta, fingu tær eina gávu og heilsan frá borgarstjóranum, Heðini Mortensen, tá ið ein ein hugnaløta var í Heilsuhúsinum seinnapartin fyri heimahjálpunum.
- Borgararnir kenna seg tryggar, tá ið tey síggja somu vælkendu andlitini aftur. Saman við tykkara arbeiðsgleði ger trúfesti í arbeiðinum allan munin í gerandisdegnum hjá bæði tykkum og borgarunum, segði borgarstjórin.
- Eitt er so í øllum førum púra víst, at 10 ár í hørðum umsorganararbeiði kann tykjast væl longri enn 10 ár á eini skrivstovu.
- Tykkara førleikar eru eisini nógv eftirspurdir millum arbeiðsgevarar, so at tit starvast hjá Tórshavnar kommunu, og at tit hava kýtt tykkum í starvinum í meira enn 10 ár, tað skulu tit hava stóra tøkk uppiborna fyri.
Majbritt Vilhelmsen
Tú møtir altíð væl uppløgd til arbeiðis. Er ikki bangin at taka fatt, er álítandi og fyrikomandi. Tú ert nærløgd, og arbeiðið hjá tær er altíð væl úr hondum greitt. Tær dámar væl at hugna um, tá tú ert í kvøldvakt. Og so havi eg hoyrt, at tú ofta kemur við onkrum góðum til tonnina, tá ið ein steðgur er, so tað verður tíð til eina væl uppiborna hugnaløtu. Og tað er nevniliga eisini umráðandi, at trivnaðurin er í góðum hondum. Tú arbeiðir burturav í kvøldvakt, har tú arbeiðir 7 dagar og hevur 7 dagar frí. Eitt annað, sum eyðkennir teg, er, at tá Heilsuhúsið ringir eftir tær í tínari frítíð, tí tørvur er á tær, ja, so kemur tú til arbeiðis. Tað eru øll sera takksom fyri. Tá tú kemur á gátt hjá okkara borgarum, tá kenna teir seg væl. Tú kemur inn til fólk við einum smíli, er blíð av lyndi og av tí sama gert tú dagin ljósari fyri borgaran. Majbritt byrjaði í starvinum í februar 2011.
Birgith Oskarsdóttir
Tú ert álitisfólk og ert altíð góð í ráðum, tá ivaspurningar stinga seg upp. Tú ert ikki bangin fyri at siga tína meining, og tú sigur frá, tá okkurt er, sum tú ikki ert samd í. Eg skilji, at man kann siga alt við teg - uttan at tú tekur tað illani upp. Og so ert tú sera skemtilig av lyndi og kemur við nógvum góðum, sum fær starvsfólkini í gott lag. Fyri nøkrum árum síðani bleivst tú heilsuhjálpari og arbeiðir eisini 7 kvøldvaktir út í eitt og hevur síðani frí 7 samdøgur. Og er brúk fyri fólki, tá ið tú hevur frí, so ert tú altíð fús at koma til arbeiðis. Takk fyri tað! Borgarin og avvarðandi eru eisini øll glað fyri, at tú kemur á gátt. Tú ert ein dugnaligur og álítandi heilsuhjálpari. Ja, tú dugir so sera væl at práta við tey eldru fólkini. Tey vita, at tá tú kemur á gátt, so fáa tey eitt gott prát. Hetta seta eldri fólk stóran prís uppá. Samstundis vita tey, at arbeiðið verður gjørt til lítar. Birgith byrjaði í starvinum í septembur 2009.
Agnas Mcintosh
Tú hevur júst nomið tær útbúgvingina sum heilsuhjálpari. Til lukku við tí! Sum starvsfelagi ert tú still og blíð at vera saman við, men tú sigur eisini frá, tá ið eitthvørt er. Tú ert eisini skemtilig og dámar væl at vera saman við øðrum. At vera tolin er í tínum starvi mangan ein góður eginleiki – og tolin tað ert tú. Tá tú ert heima hjá borgarunum, megnar tú altíð væl uppgávurnar, har avbjóðingarnar er størri enn vanligt. Avvarðandi og borgarin eru sera glað fyri teg, fyri títt nærlagni og tína umsorgan í gerandisdegnum. Og so ert tú altíð sera fyrikomandi, fryntlig og álítandi. Eitt annað, sum eisini eyðkennir teg, er, at tú hugsar teg væl um. Fyri Heilsuhúsið merkir hetta, at tú ofta kemur við nógvum, sum kann gerast á ein nýggjan hátt – til gagns fyri borgaran. Tú dugir væl at læra frá tær, møtir væl upp til arbeiðis og ert eisini altíð væl uppløgd. Eisini ert tú álitisvekjandi millum starvsfólkini, og tað eru fleiri, sum leita sær til tín eftir góðum ráðum. Agnas byrjaði í starvinum í august 2006.
Elin Jacobsen
Tú gongur sera høgt uppí arbeiðið og gert tínar arbeiðsuppgávur væl. Borgararnir dáma væl at fáa teg á gátt. Ja, onkur borgari er so glaður fyri teg, at tey spyrja eftir tær, tá ið tú ikki ert til arbeiðis. Beint fyri jól vart tú so óheppin at bróta beinið. Tá vóru tað nøkur avvarðandi, sum ringdu inn fyri at vita, hvussu tú hevði tað. Tey ringdu eisini fyri at bera tær eina heilsu. Hetta er ein góð viðurkenning at fáa! Um okkurt er, sum ikki ruggar rætt, sigur tú eisini frá. Hetta er ein góður eginleiki at hava – at siga frá, tá ið tað eru ivaspurningar. Soleiðis mennast vit, og hetta merkir borgarin og tey avvarðandi merkja tað eisini. Eitt annað, sum tú dugir sera væl er at gera køkur, og hetta hava starvsfólkini mangan fingið ágóðan av. Eg havi hoyrt, at tú eisini dugir væl at gera skemtiligar køkur! Tað ger tað bæði stuttligt og hugaligt at vera starvsfólk her í Heilsuhúsinum. Elin byrjaði í starvinum í apríl 2011.
- Tað er umráðandi fyri Tórshavnar kommunu at hava starvsfólk við fjølbroyttum og drúgvum royndum. Tí vóni eg eisini, at tit framhaldandi fara at trívast í starvinum og verða verandi í tænastuni hjá Tórshavnar kommunu nógv ár aftrat, segði Heðin Mortensen at enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo