Umhvørvisstovan: Veitst tú, at 2. februar er altjóða vátlendisdagur?
Mýrar og onnur vátlendi eru týdningarmiklar vistskipanir, eisini í Føroyum. Hóast vátlendi bert telja umleið 6 % av jørðini, verður mett, at tey hýsa á leið 40 % av lívmargfeldinum í heiminum og at vátlendi goyma áleið ein triðing av øllum kolevni í heiminum.
Vátlendi…
.. eru búøki hjá fugli og øðrum djóra- og plantusløgum
.. eru týðandi kolevnisgoymslur
.. reinsa vatn
.. verja lond móti stormum og veðurlagsbroytingum
Sum liður í at røkja okkara skyldur sambært Ramsar-sáttmálanum, fór Umhvørvisstovan í fjør undir stóra arbeiði at skráseta vátlendi í Føroyum, m.a. fyri at hava eitt betri grundarlag fyri at verja og endurbøta oyðiløgd vátlendi.
Vátlendi eru eisini partur av arbeiðinum hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, t.d. í sambandi við samskipan av norðurlendska visjónsprogramminum Náttúruloysnir og Norðurlendska arbeiðsbólkinum fyri lívmargfeldi (NBM), sum Umhvørvisstovan hýsir.
Les meira um RAMSAR her: https://www.us.fo/natturuvernd/
Les meira um Náttúruloysnir og Norðurlendska arbeiðsbólkin fyri lívmargfeldi her: https://www.us.fo/nordurlendskt-samstarv/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo