Tann 4. februar hátíðarheldur Eysturoyar røktar,-og ellisheim 40 ára føðingardag. Í tí sambandi verður samkoma á heiminum fyri búfólk, starvsfólk og gestir annars frá kl 15 – 17.
Møguleiki verður at hyggja seg um á heiminum. Myndaframsýning og framsýning av ymsikum lutum frá árunum 1984 til 2024, verður at síggja. Røður, felagssangur og sangframførsla verður inni í matarhøllini.
Borðreitt verður við kaffi, te og lagkøku.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo