Dagurin í dag, tann 19. mars, er ein av størstu merkisdøgum í Føroya søgu, tí henda dag fyri 75 árum síðan, í 1949, lá fyri fyrstu ferð øll Bíblian á føroyskum máli á borðinum.
Bíblian er nógv mest selda og útbreidda bók um allan heim.
Danmark fekk sína Bíbliu longu í 1550, Svøríki í 1541 og Ísland í 1584. Men eftir trúbótina um miðja 16. øld bleiv kirkjumálið í Føroyum danskt, og føroyingar komu sostatt bert at brúka ta donsku Bíbliuna, og ikki fyrr enn 400 ár eftir at brøðratjóðir okkara høvdu fingið Bíbliuna á egnum máli, fingu vit hana.
Tað var Victor Danielsen, ið gjørdi tað bragdið at týða alla Bíbliuna til føroyskt mál.
Um nakrar dagar eru tað 130 ár, síðan Victor Danielsen var borin í heim. Hann var føddur 28. mars 1894 í Søldarfirði, yngstur av sjey systkjum. Faðir hansara, Daniel Jacob Danielsen (1838-1923), føddur í Havn, var sýslumaður har.
Mamman, Anna Malena Weihe (1857-1894), doyði á barsilssong, nakrar dagar eftir at Victor var føddur. Ein fastir hansara, Lina, kom í húsið at vera, og hon varð sostatt Victori í móður stað.
Victor fór til Havnar á læraraskúla í 1911 seytjan ára gamal og fekk prógv haðani í 1914. Á læraraskúlanum hevði hann Jákup Dahl til lærara í føroyskum.
Meðan Victor er í Havn, hendir ein kollvelting í lívi hansara. Hann sigur sjálvur, at um heystið 1913 kom Guds kall persónliga til hansara, og hann fór at ganga á møti í Meinigheitshúsinum. Har væntaði hann sær at fáa hjálp og fekk hana eisini.
Ein maður, sum var honum til stóra hjálp henda veturin og leiddi hann ígjøgnum iva og myrkur, var Viggo Ryving-Jensen, heimamissiónstrúboðari og seinni prestur.
Victor fór nú inn aftur á Skálafjørðin, har hann bleiv lærari í Søldarfirði, á Glyvrum og í Lamba. Men hetta starv røkti hann bert í einar 6-7 mánaðir. Hann gavst við lærarastarvinum og fór so við og við at virka sum trúboðari.
Hann byrjaði við at lesa lestur í skúlanum. Men skjótt fór hann at prædika sjálvur. Røringur kom í, fólk vórðu umvend, og tá ið Victor ikki slapp at nýta skúlan longur, fór hann at halda møti í dansistovuni.
Í mai í 1915 meldaði hann seg úr Fólkakirkjuni, og í 1916 varð hann saman við øðrum doyptur á sjónum í Søldarfirði, og eftir tað kom virki hansara at vera í sambandi við brøðrasamkomurnar.
Victor giftist í 1920 við Henrikku, f. Olsen (1896-1997), sum eisini var úr Søldarfirði. Tey búðu í Søldarfirði til 1928, men fluttu so til Fuglafjarðar.
Victor var ein sera arbeiðshugaður maður, og hann hevði góðar gávur at tala, skriva, yrkja og umseta. Alt sítt lív ferðaðist hann um oyggjarnar, úr bygd í bygd, og helt møti fyri at kunngera gleðiboðskapin. Tað var høvuðsendamál hansara, og alt hansara verk skal síggjast í hesum ljósinum.
Í 1917 týddi Victor sín fyrsta sálm. Og eftir tað varð eitt veldigt skrivligt verk skapt við hansara hond. Um jóltíðir í 1920 kom hin fyrsta sálmabókin út við 85 sálmum, og restina av lívinum, serliga í tríati- og fýratiárunum, legði hann til rættis og gav nógvar sálma- og sangbøkur út. Í 1952 vórðu allir sálmar og andaligir sangir savnaðir í eina bók, ”Songbók Guds Fólks”. Av teimum 1125 sálmunum og sangunum í bókini átti Victor sjálvur knappar 900 týðingar og einar 30 upprunasálmar.
Victor var eisini rithøvundur og hevði stóran tokka til móðurmálið. Hann skrivaði tvær skaldsøgur, ”Aðru ferð” (1927) og ”Nei, lyftið sveik ikki” (1947), og hann týddi eina heila bókarøð, 18 í tali, m.a. bøkurnar ”Pílagrímsferðin” og ”Hin heilagi bardagin”, hjá enska rithøvundinum John Bunyan, og eisini fleiri barnabøkur.
Men tað størsta og merkisverdasta avrikið, Victor framdi, var at týða Bíbliuna til føroyskt mál. Tað var hann, sum gav føroyingum ta fyrstu Bíbliuna á føroyskum máli, og tað er lítil ivi um, at hann við sínum verki skundaði undir, at hin Bíblian eisini varð fullførd og útgivin í 1961.
Victor byrjaði at týða Nýggja Testamenti í 1934, og tað kom út tíðliga á vári 1937. Sama ár kom Nýggja Testamenti í týðing Jákup Dahls eisini út.
Victor fór beinanvegin undir at týða Gamla Testamenti, og á sumri 1939 var hann liðugur. Bíblian skuldi so øll prentast í Oslo, og teir høvdu fingið rættlestur av einum 100 síðum, tá ið Noreg varð hersett. Alt lá so stilt inntil byrjan 1947, tá ið farið varð undir at prenta Bíbliuna í Føroyum, og tað var eisini eitt bragd í sær sjálvum. Victor endurskoðaði tá alla Bíbliuna og broytti málið heilt nógv.
Bíblian var liðugt sett á ólavsøku 1948, og kom út tann 19. mars 1949. Hetta var ein søgulig stórhending og hesin dagur ein merkisdagur í Føroya søgu.
Hin føroyski Bíbliugrunnurin, sum gav Bíbliuna út, varð stovnaður tann 28. november 1948, og teir, sum myndaðu henda grunn tá, vóru Andrew Sloan, Jógvan Skýlindal, Herluf Arnason, Sigurd Berghamar úr Havn, Victor Danielsen, Fuglafirði, Per uppi í Toft, Søldarfirði, Jens Cl. Isaksen og Theodor við Keldu, Klaksvík, Magnus Debes, Tvøroyri, J.A.Godtfred, Vági og John Poulsen, Vatnsoyrar. Skrivari var Petur Háberg og kassameistari Conrad Joensen, báðir úr Havn.
Henda føroyska Bíblian í týðing Victor Danielsens var hin 189. fullfíggjaða Bíblian í heiminum.
“National Bible Society of Scotland” boðaði frá, at teir høvdu fingið eitt eintal av tí føroysku Bíbliuni, og teir søgdu:
”Hetta er tað eitt hundrað og áttatiníggjunda tungumálið, ið øll Bíblian verður givin út á síðani 1456, árið, tá ið fyrsta prentaða Bíblia, Gutenberg-Bíblian, varð fullførd.”
Fyri bíbliutýðingina og bókmentaliga arbeiði sítt fekk Victor Danielsen heiðursgávu frá Mentanargrunni Føroya Løgtings eftir tilmæli frá formanni grunsins, Rikard Long.
Tá ið bíbliu- og sálmabókaarbeiðið var liðugt, var Victor fyri ein part útslitin, men í fimmtiárunum komu fleiri bøkur út, sum hann hevði týtt, ikki færri enn fýra í 1957.
Góð tvey ár, eftir at Bíblian var komin út, varð hon harðliga álopin, serliga av tveimum prestum. Annar av teimum mælti fólki frá at keypa Bíbliuna, av tí at týðingin var so vánalig – og úrslitið var eitt ógvuliga drúgt blaðkjak, sum vardi í meira enn eitt ár.
Tá ið hugt verður at hesum atfinningum, so mugu vit í dag sanna, at alt, sum bleiv borið fram, er gjørt til skammar.
Hvønn týdning, arbeiði Victors andaliga hevur havt fyri Føroyar, dugir eingin at meta um. Men eingin ivi er um, at alt hansara skrivliga verk og ikki minst bíbliutýðingararbeiðið skundaði undir og var orsøk til, at føroyskt fekk sín rætt í Føroyum.
Tey seinastu árini var Victor ofta sjúkur, og hann andaðist í heimi sínum í Fuglafirði 2. február 1961, 66 ára gamal.
Jógvan á Lakjuni
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo