Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Okkara kenda andlit í Gundadali, Jens Ingolv, hevur seinastu 18 árini verið vallarvørur hjá Tórshavnar kommunu. Fyrst var tað Ovari og Niðari vøllur, men so kom Tórsvøllur aftrat. Nú leggur hann frá sær.

Borgarstjórin takkaði á samkomu í dag Jens Ingolvi fyri trúgva tænastu og nevndi, at hann var kendur fyri at vera nærlagdur, sjálvstøðugur og arbeiðssamur.

Hann nevndi eisini, hvussu nógv tað hevur verið hjá Jens Ingolvi at fara um, tí ítróttarøkið er so ómetaliga nógv vaksið, síðan Jens Ingolv byrjaði í starvinum, m.a. tí umframt Gundadal eru nú eisini vøllirnir á Argjum, í Hoyvík og Eysturvøllur. 

Jens Ingolv og hansara toymi røkja og halda við líka, busta graslíkisvøllirnar hvørja viku, so alt er í góðum standi.

Heðin Mortenen, borgarstjóri, nevndi at enda, at nú Jens Ingolv fer úr starvi, so hevur hann nógv at tríva í, eitt nú trøð í Havnardali og bæði seyð og ross. Eisini fær hann betri stundir at vitja synir og abbabørn.

Borgarstjórin takkaði at enda fyri gott arbeiði, samstundis sum hann ynskti Boga Norðfoss vælkomnum í starvið sum rakstrarleiðari fyri ítróttaranleggini í Tórshavnar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo