Góði Jonhard Mikkelsen! Hjartaliga til lukku við sjúti ára føðingardegnum.
Fyri útímóti fýratiárum síðani møttu vit manninum. Í eini skúlastovu á Studentaskúlanum í Hoydølum – eystanvert Gamla Sanatoriið (Dreingjakostdeildina).
Vit hildu okkum verða garpar í øllum og høvdu havt Christian Bertholdsen, Bjarna Jakobsen, Freydis Poulsen, Margrethu Næs, Jenny Lydersen, Hanus í Skumpitoft, Henning og Svenning Tausen í føroyskum, so her var lítið at koma afturuamftur – hildu vit.
Brádliga kemur ein nýggjur maður inn í skúlastovnuna – í kovboybuksunum niðri á reyv og í einari illari morreyðari troyggju. Svingaði beinini uppá borðið og segði: “Nú skal eg læra tykkum føroyskt!”
Vit hvukku við – og vórðu ovfarnir. Hvør er hasin? hvaðani er hann -`og úr hvørjari ætt? varð sjálvandi spurt. Vestmenningur varð tutlað í krókunum.
Nú skulu tit “tulka”, “Tann bláa kannan” úr stuttsøgusavninum ”Dóttir av Proteus” eftir Hanusi Andreasen úr Skúgvi - og eisini “Gubba Sam” eftir Kára P!
Bjørn vendi sær til okkara, at hasum taka tit tykkum av. Gunnar hevur ætt í Skúgvi og ættfedrar hansara høvdu lisið nógv í Kjøbinhavn!
So júkaðau vit. Um vit ikki kundu “tulkað” úti á Fløtuni í hesum góða veðri? Jú – í hesum eftirlíkaði hann. Men, fyrst skuldu vit standa uppi og yrkja, tí vit skuldu hava eina grund at leggja fram fyri Arnbjørn Mortensen rektara, hví vit skuldu sleppa út á Fløtuna. Vit yrktu ræði. Tað endaði við einum góðum fótbóltsdysti, har Jonhard stóð í mál og kastaði seg sum ein vøttur fyri at bjarga okkara skotum – genturnar vóru sjálvandi við.
Góði Jonhard!
Takk fyri leyparnar tú hevur sett av tær á vegnum - Føroyum og føroyskum at frama. Tú hevur aftur fylt tær leypin - og vit skoða bakið á tær niðan brekkuna!
Takk fyri.
Gomlu næmingarnir Bjørn, Gunnar og Jákup Símun
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo