SSL: Strandferðslan hevur sett 53 ára gamla Klæmint Østerø í starv sum deildarleiðari á rakstrardeildini.
Starvsroyndirnar hjá Klæminti eru innan verkfrøði, verkætlanarstýring, fyrisiting og leiðslu hjá Landsverki og Fiskaaling.
Í fleiri ár var hann eisini sjálvstøðugur vinnurekandi. Klæmint hevur lisið sivilverkfrøði í offshore konstruktión.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo