Í dag fyllir fyrrverandi landsstýrismaðurin, løgtingslimurin og borgarstjórin Jógvan við Keldu 80 ár.
Sambært Wikipedia varð Jógvan við Keldu fyrstu ferð valdur kommunupolitikari í Klaksvík í 1971 og sat sum borgarstjóri árini 1981–1988 og 1993–2001.
Hann var valdur inn á ting fyri Fólkaflokkin og sat á tingi frá 1988–1990 og 1998–2008.
Frá eftir valinum í 2004 til desember 2005 var hann landsstýrismaður í innlendismálum í samgonguni millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo