Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag fyllir Jørgen Niclasen, fyrrverandi varaløgmaður, landsstýrismaður og tingmaður fyri Fólkaflokkin, 55 ár.

Jørgen Niclasen er føddur 17. januar 1969 og er uppvaksin í Sørvági. Foreldrini eru Hervør og Niclas Niclasen. Jørgen er giftur við Annelenu Vest Niclasen, dóttir Áslu og Julius Joensen. Tey eiga børnini Lindu (f. 1993), Ásvør (f. 1995) og Julian (f. 2001).

Jørgen hevur drúgvar royndir í politikki, bæði sum løgtingsmaður, landsstýrismaður og sum formaður Fólkafloksins. Jørgen var bert 20 ára gamal, tá ið hann í 1989 fyrstu ferð tók sæti á tingi sum varamaður fyri Fólkaflokkin. Jørgen sat sum varamaður til 1993, og í juli 1994 varð hann valdur í Løgtingið, og hevur hann verið valdur í Løgtingið síðan.

Í Løgtinginum hevur Jørgen havt fleiri álitisstørv. Frá 1991 til 1993 var hann formaður í Almanna- og heilsunevndini, frá 1994 til 1996 var hann formaður í Landsstýrismálanevndini, frá 1996 til 1998 var hann formaður í Vinnunevndini. Frá 1996 til 1998 var hann limur í Sendinevnd Løgtingsins í Norðurlandaráðnum, har konservativi bólkurin í Norðurlandaráðnum valdi hann til næstformann í Norðurlandanevndini.

Í 1998 varð Jørgen valdur til formann í § 19-nevndini, sum Løgtingið setti at útgreina og lýsa tey viðurskifti í 1980-árunum, sum vóru atvoldin til djúpu búskaparligu kreppuna í fyrru helvt av 1990-árunum. Í 1998 og í 2011 var Jørgen formaður í Fíggjarnevndini, og frá 2004 til 2008 og í 2022 var hann formaður í Trivnaðarnevnd Løgtingsins.

Jørgen hevur verið landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin í fleiri umførum. Frá 1998 til 2003 var hann landsstýrismaður í fiskivinnumálum, frá 2008 til 2011 var hann landsstýris­maður í uttanríkismálum, og frá 2011-2015 og frá 2019-2022 var hann landsstýris­maður í fíggjar­málum, herundir eisini landsstýrismaður í samferðslumálum frá 2013-2015 og frá 2019-2022. Jørgen var varaløgmaður frá 2008-2011 og frá 2019-2022.

Jørgen var formaður í tingbólki Fólkafloksins frá 2004 til 2008, og frá 2007-2022 var hann formaður Fólkafloksins.

Í privata vinnulívinum hevur Jørgen verið virkin innan handils-og tænastuvinnu umframt fiskaframleiðslu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo