Heimsins bestu fótbóltsspælarar – eitt nú Maradona, Messi og Salah – hvussu kunnu vit seta teir í samband við húsini á Kirkju í Fugloy, ið rópt hava verið í Ovara Garði?
Allir lágvaksnir, snúnir og kvikir, skjóttonktir - tyngdardepilin so lágur, at ringt var at taka teir av fótum.
Úr Ovara Garði á Kirkju eru ættaðir tríggir av bestu fótbóltsleikarum í Føroyum, sum í bygnaði og leikhátti minna ikki sørt um stóru heimsstjørnurnar. Eftir aldri eru teir:
Miðframherjin á KÍ-liðnum, sum tvær ferðir vann FM tríggjar ferðir upp i slag í fimmtiárunum, Sakaris Lydersen.
Stóra B36-stjørnan í sekstiárunum, helst besti høgri vongur í landinum nakrantíð, Tórstein Magnussen.
Og so leikskiparin á úrvalda HB-liðnum í sekstiárunum, Egga Jensen.
Eyðvitað hava teir allir umboðað Føroyar í landsliðshøpi.
Egga fyllir áttati 22. januar.
Onnur fara at skriva um hansara ítróttaravrik, hansara læraratíð, dómaratíð og hansara virksemi sum undangongumaður, tá ið kemur til tað, sum nú verður rópt Para-sport.
Eg skal royna at lýsa hann sum vin og samstarvsmann.
Í august í ár eru liðin seksti ár, síðani vit báðir hittust ein vakran dag á Vaglinum í Havn, har ið nýggjur læraraskúlaflokkur fór undir at leggja grund undir lívsstarvið. Hetta var í snøgga grótbygninginum, har ið býráðsumsitingin nú heldur til.
Tilvildin gjørdi, at vit báðir komu at sita lið um lið við tvímannaborð henda dagin, og soleiðis sótu vit tey fýra árini á Vaglinum og tað seinasta árið, tá ið vit sum elsti flokkur fluttu út á Frælsið.
Mangar ógloymandi løtur høvdu vit saman hesi árini. Skúlaútferðirnar til Nólsoyar, út í Hest, til Sands og so dansiferðirnar – glæsiligasta teirra til Sumbiar á føstulávint í 1969. Óførur var blíðskapurin, men tá ið frættist, at Egga var abbasonur Poul í Kerinum, var eingin endi á fagnaðinum, og heimafólk greiddu livandi frá, hvussu kimiligir og djarvir forfedrar hansara høvdu verið í línu og við stong í Beinisvørði.
Eftir at vit høvdu staðið læraraprógv í 1969, fór Egga til Danmarkar at útbúgva seg innan ítrótt, har ið hann var so stinnur – sum fimleikari, fótbóltsleikari, handbóltsleikari, borðtennisleikari og flogbóltsleikari. Heimafturkomin varð hann settur í starv á Føroya Læraraskúla, og tá ið eg nøkur ár seinni leyk prógv í norðurlendskum serliga føroyskum máli og bókmentum, fekk eg starv á sama skúla, og har vóru vit starvsfelagar í 35 ár.
Tað hevði verið drúgt at greitt frá øllum tí mennandi og spennandi, sum hendi á Læraraskúlanum hesi árini – ikki minst frá øllum ferðunum vit vóru bæði innan- og uttanlands.
Og so hittust vit javnan sum vinfólk, Jóna og tú, Marianna og eg.
Minniligast man vera, tá ið tit bæði saman við øðrum vinfólkum okkara í august mánaði 1994 komu út til Hattarvíkar at hjálpa okkum at reika fyri, tá ið vit høvdu boðið 220 fólkum í silvurbrúdleyp.
Hetta vóru minniligir dagar – og ofta verður hon havd á lofti, suðurferðin við “Norðlýsinum” dagin eftir, har ið tú okkara vegna vart vertur.
*
Tú skuldi hildið, at ikki vóru útlitini tey bestu, tá ið tveir unglingar sum vit sessaðust á skúlabeinki fyri 60 árum síðan:
Annar virkin HB-ari, hin trúgvur KÍ-ari, minni enn so samdir í øllum politiskum viðurskiftum, t.d. tá ið kom til loysing ella samband. Men væl hevur borið til – eg veit mær ikki hollari vin: eitt álit, vertsskapsmaður burturav, góðlyntur og falsleysur.
Hjartaliga til lukku við teimum áttati, Egga – og takk fyri mangan góðan dag, ið var!
Árni
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo