Sunda kommuna: Í dag er sjálvur 50 ára dagurin síðan Brúgvin um Streymin læt upp fyri almenninginum. Hetta var hin 30. oktober 1973. Brúgvin var tá nevnd størsta bygningsverk í Føroya søgu.
Nógv hevur verið gjørt burturúr um vikuskiftið, og Sunda kommuna ynskir harafturat at varpa varandi ljós á hetta týdningarmikla sambindingarliðið í kommununi og fyri allar Føroyar.
Kommunan hevur tí heitt á EYA arkitektar um at gera uppskot til, hvussu møgulig ljósseting av brúnni kundi verið.
Myndirnar vísa uppskot til ljósseting. Hetta er ikki enn eitt ítøkiligt, neyvt uppskot og ítøkilig verkæltan ikki gjørd. Nógv ymisk viðurskifti skulu kannast gjølla, áðrenn avgerð verður tikin um smálutir í ljóssetingini, og áðrenn nakað kann setast í verk.
Millum annað skulu fleiri myndugleikakrøv uppfyllast, tað veri seg friðingar-, ferðslu-, sjóferðslu- og møguliga aðrar myndugleikar á økinum. Eisini má Landsverk, sum eigur brúnna, sjálvsagt vera við í verkætlanini.
Uppskotið hjá EYA arkitektum er ment í samstarvi við Sunda kommunu og út frá ymsum fortreytum. Ynskið er at koma fram til tignarliga loysn, at virða og arbeiða við umhvørvinum, bæði tí náttúrliga og tí bygda umhvørvinum og virknaðinum av ljóssetingini.
Grundhugsjónin er við ljósi at vísa sambandið millum oyggjarnar báðar. Tað er í grundini endamálið við brúnni. At knýta tveir partar saman við einum føstum sambandi.
Uppskotið er ein samanhangandi vatnrøtt linja av ljósi. Á henda hátt verður ljós sett á tað, sum verður borið, og tað sum bindur partarnar saman. Skotið verður upp at seta eina rípu av ljósi, soleiðis at ljósið er mest á forkantinum av sjálvum brúgvaelementunum. Fólk fara tískil einamest at síggja ljósið á betongflatum og ikki sjálvar ljóskeldurnar og perurnar.
Umráðandi er at finna røttu javnvágina millum at gera brúnna tiltalandi sjónliga, og ikki ov týðiliga ella áleypandi í skýming og myrkri. Brúgvin skal bæði vera tiltalandi og gevandi í nærumhvørvinum og at síggja burturfrá.
Sunda kommuna fer nú við støði í uppskotinum frá EYA arkitektum at arbeiða víðari við hesi áhugaverdu verkætlanini við ljósseting á Brúnna um Streymin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo