Tórshavnar kommuna: Seinnapartin í gjár var hugnaløta í Býlingshúsinum á Norðasta Horni. Malan Houman, námsfrøðingur, hevur starvast hjá Tórshavnar kommunu í meira enn 25 ár, og fer samstundis frá.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, takkaði í røðu sínari Maluni fyri tíðina, ið hon hevur arbeitt hjá Tórshavnar kommunu.
- Her á Norðasta Horni eru tit nær við náttúruna. Og júst hetta, náttúran og føroyska mentanin, er ein góður førningur, ið tú hevur givið børnum í Tórshavnar kommunu við sær út í lívið, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað í røðu sínari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo