Tórshavnar kommuna: Í dag eru 90 ár liðin, síðani Sankta Frans Skúli varð tikin í nýtslu uppí í Varðagøtu. Nógv fólk var komið saman í skúlanum at hátíðarhalda dagin.
Fransiskanarasystrarnar byrjaðu skúlan.
Kommunan yvirtók skúlan í 1985.
“Ein varði í Varðagøtu seinastu 90 árini. Tað haldi eg, at vit kunnu siga um Sankta Frans skúla, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, millum annað í røðu sínari.
Sankta Frans skúli er ein umráðandi partur av skúlasøguni í Tórshavnar kommunu, men borgarstjórin vísti á, at skúlin eisini hevur stóran týdning í hansara persónligu søgu, tí børnini, abbabørn og langabbabørn hjá honum hava gingið í skúlanum.
Borgarstjórin takkaði eisini fransiskanarasystrunum fyri tað, ið tær hava gjørt fyri Havnina og Føroyar, og ynskti teimum góðan byr, nú tær flyta av landinum.
Borgarstjórin handaði Sankta Frans Skúla ein málning av skúlanum í gávu. Listamaðurin Finleif Mortensen hevur málað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo