Norski Filmstovnurin og altjóða Filmstevnan í Berlin boða í dag frá, at filmurin hjá Erik Poppe um Utøya er við í kappingini um gyltu bjørnina í ár.
Altjóða heitið á filminum er U - July 22. Norska heitið á spælifilminum um ræðuligu hendingina í 2011, tá Anders Behring Breivik skjeyt frá hond og drap 69 fólk, er Utøya 22. juli.
Tað er triðja ferðin at norski leikstjórin Erik Poppe er við í kapping á filmstevnuni í Berlin. Eftir ætlan verður filmurin frumsýndur í Noregi 9. mars í ár.
IMDB um filmin: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo