Kinna Poulsen skrivar: Leygardagin 3. mars klokkan 15-17 letur Marius Olsen upp framsýning við spildurnýggjum grafikki og vatnlitamyndum í Steinprenti.
Marius Olsen telist millum okkara bestu listafólk, hann er ein av teimum heilt fáu, ið listarliga hevur halgað seg til grafikkin og sum arbeiðir sum grafiskur listamaður burturav. Tessvegna er hann tøkniliga serliga væl fyri. Marius Olsen hevur seinastu útivið 9 árini búð í Finnlandi. Hesa seinastu tíðina hevur hann arbeitt í Steinprenti, og hann verður til staðar til upplatingina.
Landslagið hevur enn sum áður ein høvuðsleiklut í myndunum hjá Mariusi Olsen, tó at talan ongantíð er um góðvarnan, spontanan ella tjóðskaparligan náttúrufagnað. Hesar myndirnar tykjast tvørturímóti djúpar, á tremur í viti og listarligum royndum og ætlanum.
Í einum av prentunum endurnýggjar Marius Olsen eitt gamalt myndevni, sum ikki minst symbolistarnir plagdu at dyrka. Tað er Deyðin og moyggin, sum í myndini hjá Mariusi eru vorðin til portrett av listamanninum og unnustuni. Myndin er um somu tíð ófrættakend og vónrík eins og tílíkar myndir eru tað við boðskapinum um ein ævigan tilveruligan samanhang.
Í einari høgari, smalari kompositión hóma vit tættan, myrkan skóg hópa seg upp móti tí blávioletta himmalhválvinum. Niðarlaga síggjast ljósini frá teimum ávikavist reyðu og gulu fram- og baklyktunum á einum einsligum bili í skóginum.
Og júst hetta við tí ónátúrliga, óvæntaða ella fremmanda myndaliðinum er eyðkent í serliga myndaheiminum hjá Mariusi Olsen, ið fevnir um bæði sansaligar náttúruvisiónir og eina greiða kenslu av einsemi og av fremmandgering ella firring - at menniskjan í modernitetinum kennir seg fremmanda yvir fyri sínum umhvørvi og og sær sjálvari. Náttúrutulkingarnar hava eitt yvirjarðiskt brá av ljósi og litum, samstundis sum tað gerandisliga verður tilskilað í lýsingum av bilum, lyktum og pelum. Lýsingarnar av náttúru, av trøum og haga, havi og skógi sýnast tessvegna bæði greinandi og sansaligar, tilfarsligar og vakrar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo