Komandi vikuskiftið hevur Heri av Reyni framsýning á Áarvegnum 14 (niðanfyri Hotel Hafnia) frá fríggjadegnum 13. apríl til og við mánadegnum 16. apríl.
Fernisering verður fríggjadagin kl. 16.
Hinar dagarnar er opið frá kl. 15 til kl. 18.
Leygardagin er opið frá kl. 15 til kl. 20.
Heri hevur havt fleiri framsýningar áður í Havn. Í Smiðjuni í Lítluvík, á Áarvegnum, á Hafnia, á Posthúsinum, í Múllers Pakkhúsi á ólavsøku og á ólavsøku framsýning hjá Listafelagnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo