BirkBloggur: Í góðum samstarvi við veitarar og trúfastar biografgangarar hevur tað hepnast Filmsfelagnum at seta nýggjan arthaus film, filmklubbafilm, á skránna.
Næsti filmur á skráni í Filmsfelagnum er Thelma, ið er um eina unga gentu, sum vekstur upp í strongum religiøsum nútíðarumhvørvi í Noregi. Tá hon flytir til Oslo at lesa, varnast hon, at seksuelli hugurin stendur til sama kynið. Hon roynir at skúgva sannkenningina til viks, men uppdagar, at hon hevur yvirnatúrligar kreftir.
Suni Poulsen, leiðandi sálarfrøðingur á Psykiatriska Deplinum, fer at innleiða sýningina við filminum Thelma mikukvøldið 21. februar kl 20.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo