Hósdagin 15. februar kl 17.00 letur Finleif Mortensen upp málnigaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Vit gleðast um at vár er í hondum og tað ber móti ljósari tíðum, hetta sæst eisini aftur í málningunum ið Finleif Mortensen sýnir fram hesaferð.
Framsýningin hevur heitið Várligt ljos, tí tað er júst várið og tað lívgandi ljósið ið sæst aftur í málningunum við tí skiftandi ljósinum. Eisini tær mongu náttúruupplivingarnar frá fjallatúrum alla ársins tíðir geva íblástur, grót, hamrar og skorar verða til litríkar abstraktar málningar, tá teir koma á løriftið.
Smáu bygdaløgini, ikki soleiðis, sum eygað vanliga sær tey, men heldur sum eitt úttrykk við litum og formum er eisini eitt myndaevni i Finleif dámar at úttrykkja á løritinum.
Framsýningin hjá Finleifi Mortensen í Smiðjuni er opin hvønn dag til og við týsdagin 20. februar.
Gerandisdagar er opið kl 14-19, leygardag kl 10-19 og sunnudag kl 14-19.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo