Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Tað gjørdist filmurin 111 góðir dagar eftir Trygva Danielsen, sum í ár vann høgt mettu virðislønina Geytan.

Í grundgevingini, sum Birgir Kruse, formaður í dómsnevndini, las, var m.a. sagt:

“Vinnarafilmurin peikar í ymsa ættir. Hann fylgir ikki klassiskari frásøguhevd, men eksperimenterar og gongur nýggjar leiðir við drúgvum tankum, sum eru ikki sørt revsandi mótvegis samfelagnum og tí kjaki, sum er í almenna rúminum beint nú. At síggja til undarliga og villingarsama filmsroyndin, loysir upp fyri eini orku, sum sprettir úr filminum, ið heldur enn langur, tykist merktur av frásøgugleði. Filmurin er erligur mótvegis sær sjálvum. Leikmyndir eru, ið standa reinar, skarar og sterkar. Geytavinnarin í ár er 111 góðir dagar, hjá Trygva Danielsen.”

Eftir at allir 9 filmarnir vórðu sýndir, skuldu áskoðarnir velja tann filmin, ið teimum dámdu best.

Tað gjørdist Maria Tórgarð, sum fekk henda heiðurin fyri filmin “Maðurin við Blæuni”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo