Málningaframsýning við Jón Magnus Joensen verður í Smiðjuni í Lítluvík í døgunum 20.-25. apríl.
Framsýningin fevnir um málningar av landsløgum, bygdaløgum og serliga av Tórshavn. Eisini onnur myndevni eru við fólki: sangi á Ólavsøku, føroyskum dansi og útróðri.
Framsýningin er fjølbroytt við smáum og stórum málningum og fjølbroyttum litsamansetingum.
Jón hevur gjøgnum árini havt mangar framsýningar ymsastaðni og luttikið eisini á sensureraðum framsýningum.
Í 2003 var hann á listaskúla í Danmark.
Opið er:
Fríggjadag kl. 15 - 19
Leygardag kl. 10 – 18
Sunnudag kl. 14 - 18
Mánadag kl. 14 - 18
Týsdag kl. 14 - 18
Mikudag kl. 14 - 18
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo