Svenski filmurin Amatörer vann í gjárkvøldið Dragon Award Best Nordic Film á filmstevnuni í Göteborg, har hann varð frumsýndur. Virðislønin er ein millión svenskar krónur og heimsins størsta.
Leikstjóri er 37 ára gamla Gabriela Pichler. Fyrsti filmur hennara Äta sova dö (2012) var um truplu støðuna hjá eysturevropeiskum tilflytarum í Svøríki.
Foreldrini hjá Gabrielu, sum eru úr Bosnia og Eysturríki, komu til Svøríkis í sjeytiárunum at arbeiða sum ófaklærd. Hetta sæst aftur í hennara filmum.
Gabriela sigur við Svenska Dagbladet í dag, at hon er hin fyrsta í slektini at fáa sær eina útbúgving. Hon hevur lisið filmsvísund og leikstjórn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo