Tann 29 ára gamla avstralska sjónleikarakvinnan doyði av løstunum tríggjar vikur eftir eina fatala ferðsluvanlukku, har bæði foreldrini og systirin mistu lívið.
Tað skriva útlendskir miðlar.
Jessica Falkholt sum millum annað er kend frá vælumtóktu sjónvarpsrøðini «Home and Away», sat í bilinum saman við 21 ára gomlu systrini og foreldrunum tá ið tey krasjaðu við ein annan bil tætt við Ulladulla í deilstatinum New South Wales.
Jessica Falkholt er fødd í Avstralia, hevði svenskan pápa og italska mammu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo