Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í dag kemur krimibókin LYGN út. Eyðun Klakstein hevur skrivað.

Bókaframløga verður í skúlanum á Skúlatrøð leygardagin kl. 17. Tá fer Solby A. Christiansdóttir at hava samrøðu við høvundin, Andrass Sólstein umrøðir bókina, og tónleikaframførsla verður við Hans Hjalta & Co. Kaffi og okkurt søtt verður at fáa. Eisini ber til at keypa bókina. Tiltakið er alment og ókeypis.

LYGN er spennandi og undirhaldandi føroysk krimi, sum eisini prikar føroyska samfelagið og rák í tíðini, Soleiðis verður sagt um bókina:

Dagin eftir, at beiggi Sáru Emmudóttur brádliga doyr, fær hon hondskrivað bræv við boðunum: »Hann gjørdi tað ikki«. Sára verður noydd at leita aftur í fortíðina, sum hon flýddi frá. Hon fer eftir pappeskjuni við gomlu myndunum, sum hon ongantíð aftur ætlaði at hyggja at. Slóðirnar leiða til rockkonsert í Havn fyri tjúgu árum síðani, tá ið ung kvinna doyði í eftirveitsluni.

Gallaríeigarin Jón Amos fær óvanliga uppgávu frá duldarfullum persóni. Hann verður biðin um at finna eitt sermerkt listaverk, sum eingin veit um. Knappliga verður lív hansara skakað av ræðuligari hending.

Sára Emmudóttir og Jón Amos mugu samstarva, tá ið ræðandi hendingar raka tey meint persónliga, og fyri at finna fram til sannleikan mugu tey avdúka eirindaleysar lygnir.

Bókin er 248 síður og fæst í bókabúðum kring landið leygardagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo