Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Mikudagin tann 15. november 2023 kl. 17.00 útgevir Forlagið Eksil tvær bøkur eftir Vónbjørt Vang: Svørt orkidé og Úr loggbókunum. 17 innlit í rithøvundaverkstaðið. 
Bókaframløgan verður á Býarbókasavninum sama dag klokkan 17.00

Bókin Svørt Orkidé er eitt yrkingasavn og ein myndabók við kollagsjum eftir høvundan. Í lyriskum brotum, essaykendum pørtum, kollasjum, yrkingum, minnisbrotum, dagbókapettum, við tilsipingum og sitatum úr bókmentasøguni sigur ein mamma frá sínum royndum at siga ein son, sum stríðist. 

Hon roynir at brúka skaldskapin at rúma sorgina ella máttloysinum, sum stendst av at vera mamma at einum barni, sum snávar í lívinum. Hon roynir at finna orð at lýsa sorgina, skommina, striðið og ómegdina av at vera mamma, men ikki at megna at hjálpa. 

Ein partur av hesi bókini eru pappírskollasjur, ið eru kliptar og klistraðar saman burtur úr burturbeindum bókasavnstilfari, m.a. úr bókini Øldir og upphav eftir Jóannes Rasmussen, soleiðis at bókin eisini gerst eitt slag av tekstligari jarðfrøði, har orðini binda høvundan til staðið, til steinarnar, til fjøllini, til elligomlu jørðina, sum egið í savninum kennir seg at hava mist sambandið við. Soleiðis er tað er ein nærvera við orðini, sum handla um landslagið og materiellu jørðina, sum vit gangi á, búgvi á, eru ein partur av. At hugsa og sansa á pappíri, men eisini ígjøgnum og við pappíri.

Úr loggbókunum. 17 innlit í rithøvundaverkstaðið 

Ein rithøvundur er eitt menniskja, 
sum hevur verri við 
at skriva enn onnur.
Thomas Mann

Skriviørskan heldur fram, eg skrivi og skrivi, hugskot og tekstfragment koma flúgvandi, eg síggi heildina, og hvat tað skal innihalda. Tað er okkurt átrokandi og bráðneyðugt í míni skrift, sum eg sjáldan finni, sum at ein ósjónlig hond førkar meg frameftir, og mær ikki nýtist at brúka orku, orkan finst har frammanundan. Er hetta tað, mann kallar flow? Íblástur?
Vónbjørt Vang

Úr loggbókunum. 17 innlit í rithøvundaverkstaðið er eitt essay um at skriva. Eitt opið og erligt innlit í eina ritlistarliga ferð hjá einum høvundi, sum tekur tey fyrstu trilvandi fetini fram, til hon at enda fær hol á verkið, hon vil skriva. Teksturin í hesi bók er ein lættari umskrivað útgáva av einum essay, sum varð skrivað í samband við útbúgving í listarligum arbeiði/Ritlist.
Bókin kann lesast sum sjálvstøðugt essay, men lesarin kann eisini hava gagn av at lesa hana saman við bókini Svørt orkidé eftir sama høvund. 

Vónbjørt Vang (f. 1974) er rithøvundur, yrkjari, bókavørður, cand.mag í bókmentafrøði og BA í Ritlist. Svørt orkidé og Úr loggbókunum eru hennara triðja og fjórða útgáva.

Svørt orkidé - Vónbjørt Vang 
Umbrot og kápa: Kirstin Helgadóttir 
Kollasjumyndir: Vónbjørt Vang 
Ritstjórn: Kim Simonsen 
Rættlestur: Sanna Andrassardóttir Dahl

Úr loggbókunum. 17 innlit í rithøvundaverkstaðið – Vónbjørt Vang
Vónbjørt Vang 
Umbrot og kápa: Jovan Dimoski 
Kollasjumyndir: Vónbjørt Vang 
Ritstjórn: Kim Simonsen 
Rættlestur: Sanna Andrassardóttir Dahl 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo